Skúlablaðið: Armarnir vóru uppi í loft, tá eitt samt løgting atkvøddi fyri at minka floksstøddina niður í 22 næmingar. Lógargreinin kom í gildi fyri fyrstu flokkarnar frá skúlaársbyrjan skúlaárið 2025/26. Men áðrenn lógin kom í gildi, hevði táverandi landsstýrismaður givið Tórshavnar kommunu undantaksloyvi at koyra fleiri enn 22 næmingar í hvønn flokk.
- At geva undantaksloyvi at koyra fleiri enn 22 næmingar inn í flokkar, máar grundarlagið undan lógargreinini um floksstødd, og vit ivast í, við hvørji heimild landsstýrismaðurin hevur givið undantak til fleiri enn 22 næmingar í flokkinum, tí nýggja lógargreinin um floksstødd loyvir ikki nakrari heimild at geva undantak, segði Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, eitt nú í røðu síni á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum í mai.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



