Eg haldi, at jú harðari eg arbeiði, jú hepnari verði eg
- Thomas Jefferson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg haldi, at jú harðari eg arbeiði, jú hepnari verði eg
- Thomas Jefferson
Politikkur

Handverkaraútbúgvingarnar eru ein grundsteinur undir føroyska samfelagnum. Tí er tað eisini okkara ábyrgd at tryggja, at lærlingar fáa eina veruliga útbúgving – og ikki bara verða brúktir sum arbeiðsmegi.

Tað eru fleiri handverkaraútbúgvingar, og trupulleikin gongur aftur í fleiri fakum.

Sjálvur eri eg elektrikari, og eg havi sæð, hvussu lærutíðin ofta gerst ov einsporað. Lærlingar enda við sama arbeiði – at heingja kaðalbakkar upp ella draga kaðlar – og fáa tí ikki eina fullfíggjaða útbúgving.

Eg veit enntá um húsasmiðir, sum ongantíð hava sett vindeygu ella hurðar í, tá ið teir eru útbúnir.

Hetta er ikki bara ein trupulleiki fyri lærlingin, men eisini fyri fakliga støðið í Føroyum. Fakliga støðið er ikki nóg høgt, um ongin lærlingur dumpar.

Ein einfald og skilagóð loysn er at innføra eina útbúgvingarbók. Ein tílík kann tryggja, at lærlingar fáa roynt ymisk arbeiðsøki og verða breitt útbúnir handverkarar.

Hetta hevði styrkt meistaralæruna.

Vit hava tørv á dugnaligum handverkarum, men tað krevur, at vit eisini taka útbúgvingarnar í álvara.

X við Fróða Hammer
Valdið til fólkið
– Vel Fólkaflokkin 26. mars

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #