Framtíðin kemur ofta ófráboðað
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framtíðin kemur ofta ófráboðað
- George F. Will
Politikkur

Mentamálaráðið: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur í vikuni verið á vitjan í Skúlanum á Trøðni.

Vitjanin byrjaði við einum óformligum práti við leiðsluna og einum foreldraumboði um støðuna í skúlanum í dag og um ynski og tankar um framtíðarkarmar og innihald.

Síðani luttók landsstýrismaðurin í morgunsangi saman við næmingum og starvsfólkum. Eftir morgunsangin varð vitjað í fleiri flokshølum, har Bárður fekk høvi at heilsa upp á og práta við bæði næmingar og starvsfólk.

- Tað var hugaligt at møta teimum mongu glaðu og fyrikomandi næmingunum og fáa innlit í gerandisdagin í skúlanum.

At enda varð vitjað í heildagstilboðnum, har greitt varð nærri frá virkseminum.

- Takk fyri eina góða og gevandi vitjan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #