Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood
Politikkur

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, tosaði seinnapartin í gjár við danska verjumálaráðharran, Jeppe Bruus. Teir umrøddu millum annað støðuna, nú bæði føroysku vaktarskipini, Brimil og Tjaldrið, liggja.
 
Eitt danskt sjóverjuskip er í føroyskum sjógvi í løtuni og er tøkt at røkja uppgávurnar fyri Vørn. Tá ið Tjaldrið fekk maskintrupulleikar, setti Vørn seg beinanvegin í samband við donsku verjuna um støðuna, og nú er avtala gjørd um, at hetta stendur við, til Brimil ella Tjaldrið aftur er klárt at seta í sigling.

- Vit hava eitt gott og væl roynt samstarv við donsku sjóverjuna, sum einaferð enn vísir sítt virði. Tað hevur týdning at hava tætt samband og at kunna hjálpa hvørjum øðrum, tá ið á stendur, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Vørn og danska verjan halda fram at samskifta um støðuna og um møguligan tørv á samstarvi um ítøkiligar uppgávur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #