Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Í mun til grønlandsósemjuna við USA er ES á einum betri staði nú, enn tað var fyri einum degi síðani. Tað segði forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, á tíðindafundi.

- Tað var - sum tú segði, António - prúra greiður solidaritetur við Danmark og Grønlandi, og vit stóðu eisini sterkt saman við teimum seks limalondunum, sum vóru hótt við tolli.

Von der Leyen legði afturat, at ES hevur tosað við USA á ein "ikki-eskalerandi hátt", og at samgongan er væl fyrireikað, um tollur skuldi komið, skrivar DR.

Von der Leyen segði eisini, at ES-nevndin í næstum fer at skjóta upp ein týðandi íløgupakka fyri Grønland.

– Bara danska kongaríkið og Grønland kunnu taka avgerðir í málum, sum viðvíkja Danmark og Grønlandi, segði ES-forsetin, António Costa, á tíðindafundinum eftir toppfundin hóskvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #