Fanin er ein gentilmaður, sum ongantíð fer hagar, hann ikki verður boðin
- John A. Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fanin er ein gentilmaður, sum ongantíð fer hagar, hann ikki verður boðin
- John A. Lincoln
Mítt tastatur

Ætlanir eru frammi um at herða krøvini til útlendingar, sum vilja búgva og virka varandi í Føroyum. Víst verður millum annað til, at grannalond okkara hava sett strangari krøv.

Men áðrenn vit kopiera loysnirnar hjá øðrum, eiga vit at spyrja, um vit yvirhøvur hava somu trupulleikar.

Útlendingarnir, sum koma til Føroya, eru sum heild arbeiðssamir og fullir av áræði. Teir koma higar at arbeiða og skapa sær eina framtíð. Teir halda samfelagshjólunum í gongd og átaka sær ofta arbeiði, sum føroyskir arbeiðsgevarar annars illa fáa fólk til.

Teir arbeiða á flakavirkjum, í alivinnuni, á hotellum, matstovum, røktarheimum og nógva aðrastaðni. Uttan teir hevði stórur partur av føroyska vinnulívinum havt munandi størri trupulleikar.

Tí eiga vit ikki at umrøða útlendingar sum eina byrðu, ið samfelagið má verja seg ímóti. Teir eru eitt aktiv, sum vit eiga at taka væl ímóti og hjálpa at gerast partur av føroyska samfelagnum.

Tað merkir ikki, at eingi krøv skulu vera. Tað er rímiligt at vænta, at fólk, sum ætla at búgva her varandi, virða siðvenjurnar, læra seg málið og royna at gerast partur av samfelagnum. Men krøvini skulu loysa veruligar føroyskar avbjóðingar – ikki trupulleikar, sum vit hava lisið um úr øðrum londum.

Vit føroyingar hava heldur ongantíð havt ilt av, at nýtt blóð er komið uttaneftir. Í einum lítlum og fjarskotnum oyggjasamfelagi er tað bæði sosialt, mentanarligt og menniskjaligt sunt, at nýggj fólk og nýggjar royndir koma aftrat.

Samstundis skulu vit vera sera varin við at geva útlendingunum skyldina fyri, at føroysk børn tykjast duga verri at lesa, ella at tey tosa alsamt meira enskt.

Tað er nógv lættari at peika eftir teimum, sum eru komin higar, enn at hyggja at okkara egnu vanum. Føroysk børn brúka nógvar tímar á netinum, á sosialum miðlum, YouTube, TikTok og øðrum pallum, har málið fyri tað mesta er enskt.

Um føroyskt er undir trýsti, er tað tí nógv meira sannlíkt, at orsøkin er at finna á skíggjunum hjá okkara egnu børnum enn hjá útlendingunum, sum arbeiða millum okkum. Og sum, hondina á hjartað, viðhvørt duga betri málið enn fleiri av okkum.

Vit skulu seta skilagóð krøv. Men vit skulu ikki skapa ótta ella gera arbeiðssom fólk til syndabukkar.

Útlendingarnir eru ikki trupulleikin. Teir eru ein partur av loysnini.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #