Um tú ikki hevur tíð til at gera tað rætt, nær skalt tú so fáa tíð til at gera tað umaftur
- John Wooden

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú ikki hevur tíð til at gera tað rætt, nær skalt tú so fáa tíð til at gera tað umaftur
- John Wooden
Innlendis ítróttur

Føroyska talvlandsliðið fyri dagsins dyst í Usbekistan. F.v. Luitjen Akselsson Apol, Jón í Jorni Nielsen, John Rødgaard og Elias Petersen

Føroyska talvlandsliðið fyri dagsins dyst í Usbekistan. F.v. Luitjen Akselsson Apol, Jón í Jorni Nielsen, John Rødgaard og Elias Petersen

Føroyska talvlandsliðið fyri dagsins dyst í Usbekistan. F.v. Luitjen Akselsson Apol, Jón í Jorni Nielsen, John Rødgaard og Elias Petersen

Talvsambandið: Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag.

Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag.

Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.

Føroyar - Cayman-oyggjar 2½ - 1½
Luitjen A. Apol (2305) - Ryan Blackwood (1937) 1 - 0
IM John Rødgaard (2250) - Mike McDonald (1892) 1 - 0
Jón í Horni Nielsen (2078) - Christopher Young (1824) 0 - 1
Elias Petersen (2075) - Shaun Tracey (1767) ½ - ½ 

John Rødgaard skrivar soleiðis úr Usbekistan í kvøld um dystin í dag:

Olympiadan er um at koma í eina fasta legu. Nú eru tey eisini farin at grilla kjøtið, og cappuccino-ið smakkaði í dag eisini av kaffi. Afturfyri noyddust vit aftur at sita í stívligan tíma í bussinum og bíða, til hann koyrdi okkum aftur á gistingarhúsið.

Við talvborðið hittu við Caymanoyggjarnar, sum vit eiga at vinna á. Tað eydnaðist eisini, men við tógvið slit.

Luitjen hevði svarta fólkið móti Blackwood og hevði brátt javna støðu. Men longu eftir tólvta leik hevði hann munin, fyrimunurin var ikki stórur, men tó greiður. Stig fyri stig legði hann oman á, og vann trygt.

Eg hevði hvíta fólkið móti McDonald. Liðskipari teirra segði mær, at hesin góði McDonald hevur einaferð verið nummar fimm í heiminum í pokerspæli. Tá er ikki at undrast, at hann hevur ráð at búleikast í Caymanska skattaskjólinum. Mótstøðumaður mín hevði fyrireikað seg gjølla. Eg royndi at sleppa mær undan ov javnari støðu, men tað var betur ógjørt, tí avleiðingin var, at eg kom at standa illa. Tíbetur vóru nógvir møguleikar í støðuni, og mótstøðumaðurin viltist til endans. Nú stóð eg so mikið væl, at tað rakk til sigurs.

Sorgarsøgan var Jón. Mótstøðumaðurin herjaði á hann, men Jón vardi seg væl og skilagott. Tá roykurin hevði lagt seg, hevði Jón avgerandi fyrimun í endatalvinum, tó at tað kravdi sín mann at telva støðuna rætt. Jón var tíverri ov bráður og óneyvur, og søplaði sær tíverri alt av hondum. Tað var spell. 

Elias var leingi oman á, men í 38. leiki lorkaði hann og misti býtismun (rók fyri mann). Nú var tap í hendi, men til alla lukku var mótstøðumaðurin ikki nóg neyvur heldur, soleiðis at Elias bjargaði sær remis við ævigum skáki.

2½ - 1½ til okkara - lat okkum bara fegnast um tað...

Móti Peru
Í triðja umfari í morgin fríggjadagin telva Føroyar móti Peru, sum er styrkismett nummar 80. Á liðnum er ein stórmeistari og tríggir altjóða meistarar. Miðalstykitalið er 2462.

Føroyar hava tvær ferðir telvað móti Peru á olympiskum leikum. Tað var fyri nógvum árum síðani, og illa gekst í hond. Fyrri dysturin var í Týsklandi í 1970, sum var olympiski elddópurin hjá Føroyum. Ta ferðina taptu vit 4-0.

Lítið frægari var aðru ferð, at vit royndu okkum móti liðnum úr Suðuramerika. Tað var í Argentina í 1978. Tá taptu vit 3½-½. Hans Petersen úr Vestmanna, sum var einasti ósigraði føroyski telvarin í Buenos Aires, bjargaði okkum undan nýggjum 4-0 tapi.

Triðja umfar byrjar klokkan 11 fyrrapartin fríggjadagin, og til ber at fylgja við leik fyri leik á netinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #