Eg haldi, at jú harðari eg arbeiði, jú hepnari verði eg
- Thomas Jefferson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg haldi, at jú harðari eg arbeiði, jú hepnari verði eg
- Thomas Jefferson
Vágatíðindi

Hin 18.05.2020 samtykti Vága býráð at sleppa ætlanini at byggja kirkjugarð úti á Bakka og ístaðin fara at endurnýta gamlar gravir. Í hesum sambandi varð skrásett, at 112 gamlar gravir eru tøkar til endamálið.

Hin 14.04.2025 vaknaði borgarin í Vága Kommunu so við kaldan dreym!

Heldur enn at fylgja samtyktini hjá býráðnum, var borgarstjórin farin undir nýggja verkætlan at byggja út verandi kirkjugarð. Uttan býráðssamtykt um hetta og uttan fíggjarliga heimild hevur borgarstjórin nýtt skattaborgarans pening til hesa ætlan.

Eingin umsókn um byggiloyvi hevur verið viðgjørd á býráðsfundi – og tískil er eingin partshoyring av nærmastu grannum og øðrum viðkomandi sambært fyrisitingarlógini farin fram.

Eg heitti tá á landsmyndugleikarnar at fara inn hetta málið – og tað gjørdu teir eisini, tó á hvør sín hátt! Táverandi Umhvørvismálaráð bað Vága Kommunu um eina frágreiðing, meðan kirkjuligi myndugleikin segði seg einki hava við tað at gera, at fólk nú skulu jarðast í fjøruni!

Vága Kommuna varð tó steðgað av friðingarmyndugleikanum og í des. í fjør staðfesti Yvirfriðingarnevndin, at kommunan einans fekk loyvi at fara undir verkætlanina við serstøkum treytum og kravi um, at øll onnur neyðug loyvi frá øðrum viðkomandi myndugleikum skuldu fyriliggja.

Øll váta grøv?
Í fb-bólkinum Vit í Vága Kommunu harmast eldri borgari í Sandavági, at øll nú skulu “fáa váta grøv”. Sum sjófarandi tjóð hava vit mist nógv fólk á sjónum og vísa framvegis virðing á hvørjum ári til teirra, vit hava mist, og teirra avvarðandi. Nógv verður gjørt til tess at finna fólk aftur, ið ferst á sjónum, tí vit vilja, at øll skulu fáa høvi at verða jarðað.

Tá hesin borgari skrivar um vátu grøvina er tað júst tí, kirkjugarðurin skal liggja í fjøru, ið er kend fyri at liggja undir í sjógvi títt og ofta.

(Sjá viðhefta mynd og sjónband: https://www.youtube.com/watch?v=ZrnL6Stpr_g)

Sambært skjølum í byggimálinum er eisini so, at gravir vera vátar – tó verða tað ikki øll tey deyðu, ið verða líka vát. Upplýst verður í málinum, at tey, ið skulu liggja í norðasta endanum, verða vátari enn hini.

“Sólarris”
Í nógvum bygdum í Føroyum eru framvegis opin sár um menn, ið ikki bóru boð í bý, men fórust á sjónum. Soleiðis er eisini í Sandavági. Hvørjaferð, eg fari inn í kirkjugarðin, verði eg møtt av minnissteini yvir m.a. tveir langabbar mínar, ið komu fyri teirri vanlagnu at fáa váta grøv.

Steinurin er settur, tí ikki fingu hesir egna grøv og gravstein í kirkjugarðinum.

Eisini av hesi orsøk er tað sárt, at vit nú fara at jarða fólk í fjøruni, tí hetta var ikki gamalt!

Byggja kirkjugarð á annans ogn
Tá friðingarmyndugleikarnir høvdu viðgjørt umsókn um undantaksloyvi frá Vága Kommunu at byggja kirkjugarð í fjøruni í Sandavági, varð treytað loyvi givið. Ásett verður m.a.:

“c: at Vága kommuna ognar sær lendi ætlanin er at byggja á, áðrenn byrja verður upp á ætlanina, annars fellur loyvið frá friðingarmyndugleikanum burtur.”

Harafturat sigur friðingarmyndugleikin soleiðis:

“Loyvi frá náttúrufriðingarmyndugleikanum frítekur ikki umsøkjaran fyri at fáa til vega onnur neyðug loyvir. Eitt nú frá byggimyndugleika, umhvørvismyndugleika v.m.

Einki arbeiðið kann setast í verk fyrr enn skrivlig loyvir fyriliggja – eitt nú frá Yvirfriðingarnevndini, sum hevur fingið málið til endaliga støðutakan.”

Yvirfriðingarnevndin staðfesti hin 01.12.2025 avgerðina hjá lokalu friðingarnevndini. Ein skuldi trúð, at Vága Kommuna so fór at virða avgerð hjá hægsta myndugleika á økinum, men nei!

Hvat ger Vága Kommuna so? Jú, so skjótt, avgerðin frá Yvirfriðingarnevndini var komin, setur kommunan fulla ferð á verkætlanina og byrjar við at skræða niður sera væl frágingna dupultlaðaða grótgarðin, ið so hegnisliga hevur prýtt okkum kirkjuna og bygdina alla og saman við kirkjuni sett Sandavág á heimskortið hjá ferðavinnuni.

Síðan des. mánaða er arbeitt dúgliga – men ólógliga – á ogn, ið kommunan ikki eigur, og sum tískil ikki kemur skattgjaldaranum í Vága Kommunu til góðar.

Handverkið og handverkararnir háðaðir
Framúr væl frágingna handverkið, ið dugnaligir menn hava hjúklað um og latið staðið sum ein (hildu vit) ómissandi varða yvir gamlan føroyskan mentunarsið, hevur Vága Kommunu vanvirðisliga skrætt niður sum annað burturkast. Hesir valamenn, ið ikki longur eru førir fyri at endurtaka tað listprýðið, ið dupultlaðaði grótgarðurin vestanfyri kirkugarðin var, sita nú syrgnir og boygdir um hesa støðu! Vága Kommunu eigur at bera teimum og teirra avvarðandi eina umbering fyri hesa skarnsgerð!

Søguloysið hjá hesum fólkum í Vága Býráði er Himmalrópandi! Høvdu tey gjørt sær bara eitt lítið sindur av ómaki, høvdu tey varnast, at fleiri løgting hava samtykt, at vit í Føroyum skulu hava og varðveita hesar grótlaðaðu kirkjugarðar. Men hesi fólk tykjast onga virðing hava yvirhøvur fyri søguni, fyri okkara undangongufólki, fyri okkara mentan, fyri okkara samleika, fyri okkara lógum ella fyri okkum borgarum!

VIT og tit!
Samstundis hevur Vága Kommuna í hvassorðaðum skrivum steðgað fleiri borgarum í bygging uttan byggiloyvi. Hótt verður við fútabanni og skrivar kommunan, at hon sambært løgtingslóg hevur skyldu at steðga ólógligari bygging.

Tískil gerst brotið hjá kommununi sjálvari so mikið grellari, tá kommunan sjálv um sama mundið fer undir verkætlan við kostnaði á omanfyri 4 mió. kr. (av skattaborgarans peningi) uttan byggiloyvi, uttan fyrisitingarliga viðgerð og – ikki minst – uttan ognarskap!

Alt gott um, at kommunan ger sína skyldu, men hon eigur sanniliga fyrst at sópa fyri egnar dyr og ganga á odda at halda landsins lógir!

Fjørutrøll?
Einaferð í áttatiárunum varð nógv umrøtt fyribrigdið fjørutrøll. Eingin visti rættiliga, hvat hetta var, men ófrættakent tyktist tað.

Nú í 2026 tykist, at allir borgarar í Sandavági skulu gerast fjørutrøll. Kommunan vil nevniliga jarða okkum í fjøruni. Jú, tú las rætt: í fjøruni!

Hvussu nøkrum yvirhøvur er komið til hugs at byggja kirkjugarð í fjøruni, er ein gáta.

Vit vita, at fleiri kirkjur og kirkjugarðar hava verið í Sandavági undan hesum, men eru tey flutt longur og longur norður í bygdini – undan sjógangi og máan.

Vit vita, at heimshøvini hækka, og at avleiðingarnar av veðurlagsfyribrigdum broytast og økjast um allan heim – eisini her hjá okkum.

Sostatt verður fjøran – ið jú merkir staðið, har vøkstur og sjógvur møtast – flutt longur upp (her í bygdini norður).

Sjálv skal eg so ikki jarðast í fjøruni og má eg tí út at leita mær eftir einum gravarplássi aðrastaðni. Tað er hugstoytt, men má so verða.

Atkoma til sandin – fyri øll?
Undir viðgerðini hjá friðingarmyndugleikunum hevur borgarstjórin hildið hánt um atkomu hjá m.a. rørslutarnaðum til náttúruvakra økið við Sjóberið, Stórá og sandin í Sandavági.

Friðingarmyndugleikarnir hava tó verið so mikið at sær komnir, at teir hava sett sum treyt, at atkoma hjá øllum skal tryggjast til hesi øki.

Men tá friðingarmyndugleikarnir samstundis hava noktað fyri at gera ætlaðu gøtuna (ið skuldi verða 1,85 m. breið) inn á økið við Stórá, verður gøtan einans 0,9 m. breið. Tvs. at sera trupult verður hjá fólki við t.d. barnavogni, súklu, koyristóli, høkjum ella øðrum at sleppa eftir hesi gøtu til sandin. Hon verður snøgt sagt ov smøl at ganga og møtast á!

Ein skuldi trúð, at ein kommuna, sum sigur seg vera so framfýsna og fevnandi sum Vága Kommuna, í 2026 var komin longri á leið við inklusjón!

Ólógligur kirkjugarður í fjøruni
Sjálv ætli eg mær, sum nevnt, ikki at liggja í hesum ólógliga kirkjugarði – og onnur eru við mær, sum hava somu hugsan.

At skulu enda í fjøruni hevði eg aldri hugsað fór at koma nøkrum til hugsunar í míni livitíð!

Fjøran er fjøra, tí orðið (fyribrigdið) í sjálvum sær, sum nevnt, merkir tað staðið, har markið er millum sjógv og vøkstur. Tískil kann fjøran ikki gerast nakað annað á skriviborðinum! Náttúrumegin ger, sum hon vil og sum hon altíð hevur gjørt. Tað hevur menniskjan mangan verið noydd at sanna. Sum ein tingmaður so rætt segði nú herfyri: “tú kanst ikki lóggeva fyri flóð og fjøru!”

Sea Shepheard keypt sandin í Sandavági!
Nú ógvast lesarin helst við! Men kann fjøran seljast til kirkjugarð, kann sandurin (ið er partur av fjøruni) eisini seljast hvørjum sum helst! Tað er so sjálvandi ikki einans galdandi fyri Sandavág, men fyri alt Føroya land! Hann við mest peningi kann so keypa okkara land og møguleika fyri at sleppa til og úr landi sjóvegis og forða fyri nýtslu av sandinum og fjøruni til tað, tey vóru ætlað til og hava verið nýtt til.

Er tað soleiðis, vit føroyingar vilja hava tað?

Hvat siga myndugleikarnir og hvat siga borgararnir?Undirskriftir hava verðið savnaðar sum mótmæli móti hesi ætlan. Nú verður farið í holtur við innsavning einaferð enn. Øll – eisini borgarar aðrastaðni í landinum – eru vælkomin at skriva undir, tí hesi viðurskifti eru so prinsipiell – tí ber tað til at byggja kirkjugarð í fjøruni í Sandavági, ber tað til í fjøruni allastaðni í Føroyum! Kann sandurin í Sandavági seljast, kann sandurin seljast í øllum Føroyum. Leinki!

Eg vil fegin, at fólk taka til orðanna og siga sína hugsan um hetta málið. Borgarar – her í Sandavági og um landið alt. Somuleiðis – og ikki minst – bæði verandi og komandi politikkarar, nú val er í hondum.

Nakrir av spurningunum í samband við hetta mál eru hesir:

Halda tit tað vera eina gongda leið fyri Føroya land, at:

· kirkjugarðar nú skulu liggja í fjøruni?

· sandurin kann seljast – eisini privatum eigarum?

· hvalvágirnar harvið kunnu blíva burtur?

· dálking frá kirkjugørðum kann fara beint í áirnar og sjóvarmálan?

· vit halda fram at víðka øki, vit nýta til kirkjugarð, heldur enn at endurnýta?

o.s.fr.

Etisk mál
Tá kirkjuligu myndugleikin sigur seg einki hava vit at gera, at kirkjugarðar verður bygdur í fjøruni, kann ein undrast! Kirkjugarðar skulu vígast, áðrenn teir verða tiknir í nýtslu.

Tað vil so siga, at bispur ætlar sær at víga fjøruna sum jarðarpláss. Kundi hugsað mær at fingið at hoyrt, hvat t.d. Etiska Ráðið heldur um at jarða fólk í fjøru, tí hetta brýtur frá teirri siðvenju, føroyingar hava havt higartildags, og er sárt fyri nógv.

Kirkjuligi myndugleikin og Etiska Ráðið mugu fegin geva sína hugsan til sjóndar – er tað etiskt í lagi at jarða fólk í fjøruni? Kann fjøran vígast? Er sameiniligt at renna í grind ígjøgnum ein kirkjugarð, har gravarfriður eigur at valda, o.s.fr.

Hvat sigur Landslæknin, sum, var tað í Danmark, varðaði av fólkaheilsutrygdini í samband við kirkjugarðar, og har er góðkennandi myndugleiki?

Hvat sigur vit og skil?

Ferðavinnan
Ein annar spurningur er so eisini, hvat siga tey, sum varða av ferðavinnuni? Er tað í lagi at knúsa niður eitt náttúruøki so vakurt og prýðiligt, sum tann perlan, vit áttu her í Sandavági, uttan nøkur fyrilit fyri umhvørvið, náttúruna og ferðavinnuna?

Lat okkum koma til eina nýtiliga loysn
Vónandi vaknar býráðið í Vága Kommunu sjálvt og steðgar á. Lat okkum nullstilla hesa ætlan, gera økið aftur, sum tað var, og fylgja býráðssamtyktini, ið segði, at vit fara at endurnýta tær fleiri enn 100 gomlu gravirnar, sum longu eru tøkar til tess.

Lat okkum so aftur her í Sandavági verða tann framúr náttúruvakra perlan við kirkjuni sum miðdepli, sum ferðafólk bæði úr nær og fjar hava øvundað okkum, og gera økið aftur til frílendi til gleði og gagns fyri stór sum smá.

Tá myndugleikin vendir blinda eygað til
Hóast friðingarmyndugleikarnir longu fyri meir enn einum mánaði síðan vórðu bidnir um umgangandi at steðga ólógligu byggingini hjá Vága Kommunu, rínir ikki við! Tað er tó kanska heldur ikki so løgið, tí komið er nú fram, at limur í friðingarnevndini hevur viðgjørt hetta mál, hóast hann sjálvur undir viðgerðini er farin undir sølutilgongd til Vága Kommunu av økinum, ið hevur verið til viðgerðar! Tað hevur sjálvsagt við sær ógegni, soleiðis at avgerðin er ógildug.

Rættarstøðan er tískil soleiðis, at tað bann, ið náttúrufriðingarnevndin setti í apríl 2025 móti bygging í fjøru og nærri á, breiðari enn 4 m., framvegis er galdandi – og sostatt hevur Vága Kommuna einki undantaksloyvi!

Málsyvirlitið hjá Vága Kommunu vísir, at framvegis hevur byggiloyvi heldur ikki verið til viðgerðar hjá Vága býráð.

Revsivert at byrja bygging uttan loyvi
Júst sum Vága Kommunu ger sínar borgarar varugar við, er ólógligt at byggja uttan byggiloyvi.

Bæði byggiharri og hann, ið fremur byggingina, kunnu revsast fyri ólógliga bygging.

Vága Kommuna hevur tí sett arbeiðstakaran í eina keðiliga støðu, sum í síðsta enda kann kosta honum dýrt!

Umhvørvisbumban
Nú skuldi ein trúð, at støðan ikki kann gerast stórt verri – men soleiðis er ikki!

Tíverri hevur arbeiðstakarin tó eisini við síni avgerð um at fara undir verkætlanina, tikið ta avgerð at taka á seg ein sera vandamiklan váða. Sambært serfrøðini eru evnafrøðiligu evnini, ið kirkjugarðsvirksemið hevur við sær – sum arbeiðstakarin nú hevur grivið upp – nevniliga so vandamikil, at tey kunnu elva til degenerativar heilasjúkur og krabbamein.

Mold, ið er dálkað á tílíkan hátt, eigur ikki at verða flutt yvirhøvur. Skal hon flytast, eru strong trygdarkrøv, ið skulu haldast.

Moldin, ið arbeiðstakarin hevur grivið av og flutt, er, sum skilst, flutt niðan í Vágadal, har hon liggur opin til nýtslu hjá fólki at heinta til t.d. rabarbugarð við hús.

Áin og sandurin eru nú møguliga so dálkaði, at tey ikki eiga at vera atkomulig fyri hvørki fólki ella fæ.

Soleiðis kann ein sólskinssøga sum umhvørvið við kirkjuna, Sjóberið, Stórá og sandin í Sandavági – sum er kent um allan heimin fyri sín vakurleika – gerast ein sorgarblettur, ið ikki bøtist aftur!

Málið sent landsstýrinum
Hetta málið er so mikið álvarsligt og so prinsipielt, at eg í dag havi sent Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, ið varðar av meginpartinum av viðurskiftunum í hesum málinum, nevniliga: friðingarmyndugleikanum, byggi- og býarskipan, umhvørvi, náttúruvernd og kirkjumálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinnu, ið varðar av Kommunala Eftirlitinum, áheitan um at steðga byggingini í stundini.

Tílíkt mál kann ikki bíða eftir nýggjum landsstýri, tí skaðin (og fíggjarliga byrðan á skattaborgaran í Vága Kommunu) økist fyri hvønn dag!

Maria Jacobsen

Mótmælisinnsavnan
Mótmælisinnsavnin er sett í verk á skrivunder.net. Leinki: https://www.skrivunder.net/varveiti_livi_i_bygdini_-_stegi_atlau_utbyggingini_av_kirkjugarinum_i_sandavagi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #