Hann er í svartari 66 North Iceland-t-skjúrtu við framskornum merki. Eisini kovboybuksurnar eru myrkar.
Lummin frammanfyri goymir eina dós við oyrnaproppum. Sjálvur maðurin er skeggvaksin og snoðkliptur.
Vøddavakur. Hann kundi verið ein menniskjamaskina. Í honum býr rátt ravnaljóð við órøkkiligari yndi.
“Ljósir kroppar heilsa tær
og undrast yvir búna tín.
Lat teir ikki nema teg.
Hevja teg til skýggja.”
Rødd hansara er hás og viðhvørt hvæsandi. Hon minnir ikki sørt um ta hjá The Boss. Men hendan er meira brúsandi enn hin hjá Bruce. Jens Marni syngur sum ein óræddur oddahermaður uttan at bera bangna fyri at falla. Vit áhoyrarar stúra tó fyri, at kamikasi-málbondini skulu brotna ella bresta; látast í vígginum við svanga barrdiskin hjá Essa. Og tað er satt at siga av reinum sjálvsøkni, at vit óttast fyri hesum. Vit vilja ikki av við Jens Marna.
Tað er leygarkvøld 4. apríl 2026 á Essabarr í Havn. Kvøldið fyri páskadag. Og deyðadagur Martin Luther Kings. Jens Marni Hansen stendur á estraduni, eins og var hetta eisini hansara evsta stund.
“Vit føðast jú øll nakin
inn í hesa verð
og vita ikki tá,
hvar ið lagnan okkum ber.”
Eg siti rørdur uppi á repos og eri vitni til okkurt, sum tykist ótrúligt. Sangurin um ta gullleysu lukkuna er týddur til so smøl tungumál sum elvdalskt og mari. Men eg eri rørdur av røddini við tí serføroyska klanginum. Minnist Jens Marna sum barn. Hann kom oman um landsvegin í Kollafirði at vitja ommu og abba mín, Esther og Poul, ið búðu undir vegnum inni í Firði. Minnist serliga væl, hvussu ráðisligur hesin grannadrongurin tóktist, og hvussu nemandi kollafjarðarsligur hann ljóðaði. Einaferð sat hann nokk so seigliga og bíndi yvir einum ótamdum unga hjá abbasa frísutu kjallarakettu. Kettlingurin klóraði Jens Marna í mjúka handarbakið. Drongurin staðfesti stoiskt, at kettlingurin hevði stingarar.
Á Essabarr hetta kvøldið í limbo drottinsins var pallurin settur við digrari sangmappu á trífóti. Meksikanski Martin X-gittarin og Jens Marni vórðu stungnir í eitt Yamaha-anlegg við ditto hátalarum. Og so fór alt av barkastokkum. Ikki av berum vana. Men við fullum yrkismátti á lágu senuni - hesum pillbýtta pallinum, sum vendir skeivast av øllum tónleikastabbum á klótuni; beint inn ímóti barrdiskinum, har tystar sálir venda rygg til tónleikaran. Men við Jens Marna riggar tað. Tey, ið tyst vóru, vendu sum fráleið brennivíninum bakið. Ikki minst, tá ið Jens Marni mælti, at nú kemur ein sangur hjá besta bólkinum í heiminum - Eagles. Og so sang hann so sissandi úr hálindum arna:
“Come on, baby, don't say maybe
I gotta know if your sweet love is gonna save me
We may lose, and we may win
Though we will never be here again
So open up, I'm climbin' in
So take it easy.”
Men sum aftanin áðrenn uppreisnina líður, økist tempo á podium, og áðrenn vit fáa vent okkum, stendur Jens Marni og blæsur síni gandaørindi yvir móti barrini, sum var hann ein húsastormur. Brádliga vil Jens Marni enntá vera við, at hann er ein Barbie-genta í eini Barbie-verð. Og vit trúgva tí. Ja, maðurin meinar tað veruliga. Vena jugularis, ytra hálsæðrin, spílast nevniliga so nógv, at hon stendur at bresta. Beint tá tykist Jens Marni mær yvirmenniskjaligur. Orkan líkist henni hjá einum tólmenni. Flusti eg húðini av hesum medskapningi mínum, banni eg upp á, at eg innanfyri hevði borið við sverar káplar og svartar oljutrýstslangur.
Og nei. Tað kom eingin veðratáttur. Helvitis tíð. Og tað hóast ønskrilig róp á sanddoyggjarmáli. Til allar fullar, hjólbeintar føroyingar við ímyndaðum haruskarði, gati í gómanum og smekkubuksum: Kollafjarðardrongurin er deyður. Jens Marni Hansen situr við høgru handa Bruce Springsteens, Bon Jovis og Brian Adams.
Annars slitnaði ein strongur fimm minuttir í, at barrin mátti steingja av uppreisnarávum. Men Jens Marni helt fram, sum um at einki var hent. Sanniliga sigi eg tykkum, at hann er The Greatest.
Fimmstreingjaða ekstasan hjá Jens Marna Hansen var eitt tyssi við hesum løgum:
Breaking my heart
Upp á gólv
Alla nátt
Svarti ravnur
Einki er sum fyrstu ferð
Dansa
Komið øll við.
*
Nú aftaná takki eg fyri, at Jens Marni ikki er víðgongdur boðanarmaður. Lammaður av andamátti hevði eg fylgt honum allan vegin inn í tann vísa deyða. Tí, sum ein frændi mín lýsti Jens Marna, so er hann eins og ein 150-hesta Mariner-leysamotorur, ið stendur fastur í taraskógvi. Ein øgilig megi. Har hongur hann so, til hann skræðir seg leysan og av álvara sleppur at sjúgva sjógvin undan sær. Undan kavi kemur tá rødd, ið hevur livað eitt veruligt lív. Einki er hon mýkt í bjálvaðum upptøkuhølum, men tilevnað sum stál - úti í veruleikanum. Ein ærlig rødd við sársaka í klanginum, tó. Ein álítandi rødd við sál, ið altíð leverar; um tað er til leik í glæsiliga Norðurlandahúsinum, harða rokkballadu í Eurovision ella á framførslu til grannaveitslu. Jens Marni er ein maskinsmiður av Guðs náði.
*
Eg eri eisini maskinsmiður við ávísum ansi fyri metalli. Tá ið eg gangi fram við standmyndum av hámettum monnum og kvinnum í Føroyum, spyrji eg viðhvørt meg sjálvan, um vit brúka bronsuna rætt.
Høgni Mohr
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



