Arbeið hart 8 tímar um dagin, so kemur tú helst í stjórasessin - og mást arbeiða 12 tímar um dagin
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Arbeið hart 8 tímar um dagin, so kemur tú helst í stjórasessin - og mást arbeiða 12 tímar um dagin
- Robert Frost
Innlendis ítróttur

FSF: Í gjárkvøldið vóru síðstu dystirnir í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið hjá monnum á skránni. Og tá avtornaði vóru tað Víkingur, NSÍ og 07 Vestur, ið spældu seg víðari.

Við Margáir vunnu runavíkingar ein sannførandi 7-1 sigur á EB/Streymi, og í Sarpugerði í Norðragøtu vann Víkingur 5-1 á AB. Triðji dysturin var á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur vann ein tepran 1-0 sigur á Skála.

Fjórðingsfinalurnar, sum verða spældar 29. og 30. apríl, síggja soleiðis út: HB – B36, Víkingur – FC Hoyvík, B68 – KÍ og 07 Vestur – NSÍ.

Aftaná at seinasta fjórðingsfinalan er spæld verður lutakast um, hvussu liðini skulu møtast í hálvfinalunum. Hálvfinalurnar eru á skránni 13. og 14. mai, og 24. og 25. juni. Finalan um Løgmanssteypið hjá monnum verður leygardagin 5. septembur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #