Kvívíkar kommuna søkir eftir starvsfólkið til umsitingina. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv frá 15. mai til 31.desembur 2026. Arbeiðstíðin er 10 tímar um vikuna. Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, har viðkomandi kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við umsiting og borgarstjóra.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum
-
At skráseta og umsita skipan við gjald á tóm býli
-
Arbeiða við journalskipanini
-
Ymsar samskipanar uppgávur
-
Umframt aðrar fyrifallandi skrivstovuuppgávur
Førleikakrøv
Tú hevur skrivstovuútbúgving er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt.
Tú hevur góðar telduførleikar og gott hegni at seta teg inn í nýggjar telduskipanir.
Tú hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum og donskum.
Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt – og samstundis at arbeiða í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk.
Tú ert fleksibul, tí arbeiðs- trýstið er ymiskt, og partar av arbeiðnum koma at liggja uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Tú dugir væl at lurta og vera jalig-/ur og siðilig-/ur.
Tú ert væl skipað/-ur, hevur evni at hava fleiri bóltar í luftini í senn og letur teg ikki streingja av hesum. Samstundis ert tú fleksibul og før-/ur fyri at tillaga teg, um umstøður ella uppgávur broytast.
Tú hevur góðar sosialar førleikar og jaligan hugburð.
SETANARVIÐURSKIFTI
Løn verður ásett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.
Arbeiðstíðin er 10 tímar um vikuna við møguleika til meira. Í arbeiðstíðini kann roknast við fundarluttøku, sum liggur uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Arbeiðstíðin verður eftir avtalu.
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum, skulu sendast til: kvivik(at)kvivik.fo í seinasta lagi 3. mai 2026. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Rannvá Isaksen, kommunuskrivara, á telefon 292408.
Kommunan tilskilar sær rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar ella ongan at seta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



