Droymir tú um eitt øðrvísi summarstarv, har eingin dagur er eins? Nú hevur tú møguleikan!
Vit leita eftir nøkrum røskum og álítandi ungum fólkum (20+), sum vilja verða í miðdeplinum á flogvøllinum í háárstíðini. Her verður tú ein av teimum fyrstu, sum ferðafólk møta – og ert við til at skapa eina góða uppliving.
🎯 Hvat kemur tú at gera?
Tú kemur at arbeiða sum hjálparfólk í trygdareftirlitinum (security), har tú vegleiðir ferðafólki um handviðføri, , ið skal skiljast í bakkar, og einstakar aðrar tænastuuppgávur.
Tú fært sostatt ein týdningarmiklan leiklut í at fáa arbeiðið í trygdareftirlitinum at ganga smidligt ✨
Eisini kanst tú verða sett/ur til aðrar tænastuvendar uppgávur á flogvøllinum.
📅 Tíðarskeið
Hálvan juni til hálvan august
Vit hoyra fegin frá tær, hóast tú ikki kanst arbeiða alt tíðarskeiðið.
💪 Vit vænta, at tú:
-
ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
-
tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
-
hevur lætt við at læra og seta teg inn í arbeiðsgongdina
-
dugir væl føroyskt og enskt
(skandinavisk mál eru ein fyrimunur)
🎓 Hetta fært tú frá okkum:
-
Upplæring áðrenn byrjan
-
Løn sambært fastlønarsáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag
-
Eitt livandi og spennandi umhvørvi, har tú fær góðar arbeiðsroyndir
⏰ Arbeiðstíð
-
Skiftandi vaktir (dag, kvøld og vikuskifti)
-
Arbeiðstíðirnar verða lagdar eftir flogferðsluni
🔐 Vert at vita
-
Tú skalt ígjøgnum eitt sonevnt bakgrundskekk (tekur uml. 3–4 vikur)
📩 Umsókn
Freist: 27. apríl 2026 á midnátt
Umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, so tað er ein fyrimunur at gera skjótt av 😉
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



