Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-116/2025 frá Bill Justinussen, løgtingmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Akseli V. Johannesen, um verkætlanina “Fipur til Heimið”
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er tað rætt, at Føroya Tele samtakið (og dóttirfelagið NET) er steðgað við at leggja fipurkaðalar út til telesamskifti?
2. Verður spurningurin svaraður játtandi, hvat er so orsøkin til tess?
3. Er tað rætt, at íbindingin til viðskiftafólk er langt aftanfyri í tíð og fólk í hundrað- ella túsundatali ikki fáa fipursamband, hóast fipurkaðalar eru lagdir inn hjá viðkomandi?
4. Hvør hevur ábyrgdina av tí vantandi samanknýtingini?
5. Hvussu nógvar innleggingar eru gjørdar og hvussu nógvar innleggingar vanta at gera?
6. Hvussu nógvar innleggingar eru gjørdar, sum ikki eru íbundnar?
7. Nær er ætlanin at halda fram við at leggja fipur út til hvørt heim í Føroyum?
8. Hvussu nógv hevur fipurverkætlanin kostað higartil?
Svar til spurningarnar undir einum
Verkætlanin “Fipur til Heimið” fór í gongd í 2021 og er ein langtíðaríløga í talgilda undirstøðukervið í Føroyum. Endamálið við íløguni er at tryggja betri, tryggari og skjótari breiðbandstænastur. Føroya Tele hevur greitt frá, at verkætlanin ikki er steðgað, men er tillagað fyri at fáa fíggjarliga skilabestu loysnina.
Til samans eru grivnar 10.900 rørleiðingar til húski og fyritøkur. Umleið 6.000 fipursambond eru virkin í løtuni og 4.900 eru ikki sett til enn. Enn restar í at grava rørleiðingar til umleið 10.000 húski og fyritøkur í landinum.
Kostnaðurin av at leggja fipurkaðalar hevur verið hægri enn upprunaliga mett. Graviarbeiðið er eisini komið longur enn arbeiðið at binda kundar í fipurnetið. Grevsturin er tí avmarkaður, so ikki ov nógv verður grivið í senn. Í løtuni verður bert grivið fyri kaðalum í sambandi við nýggj útstykkingarøki og vinnuøki, ella tá ið aðrar verkætlanir eru í gongd, og grevsturin kann verða samskipaður við arbeiðið hjá kommunum ella øðrum.
Miðað verður eftir at fáa gagn av íløguni, sum er gjørd. Verandi fipurinnleggingar verða gjørdar klárar til íbinding, og kundar verða fluttir av koparnetinum yvir á fipurnetið, soleiðis at koparnetið kann verða tikið av, har tað ber til.
Upprunaliga varð mett, at miðalkostnaðurin fór at vera undir 20.000 kr. fyri hvørt húski. Av tí at kostnaðurin nú nærkast 30.000 kr., eru stig tikin til at endurskoða arbeiðshátt og kostnaðarstøði.
Føroya Tele tekur støðu til – út frá fíggjarligum raðfestingum, kostnaði, tøkum arbeiðstilfeingi og eftirspurningi eftir fipursambandi –, hvussu graviarbeiðið verður lagt til rættis frameftir.
Eftirspurningurin eftir fipurnetinum er eisini minni, og arbeiðið at fáa fipurnetið virkið hjá kundunum gongur seinni, enn av fyrstan tíð mett. Ein orsøk er, at kundar framvegis uppliva, at teirra verandi breiðbandsloysn nøktar teirra tørv, sum er, og tí biðja teir ikki um at fáa breiðbandstænastuna flutta yvir á fipurnetið.
NET hevur ábyrgdina av fipurundirstøðukervinum og ger fipursambondini klár, soleiðis at tey kunnu verða tikin í nýtslu. Fyri at samanknýtingin skal verða virkin, er neyðugt, at fleiri aðrar fyritreytir eru uppfyltar, m.a. skal streymur vera til installatiónina, og ein beinari skal vera knýttur í. Hesi viðurskifti liggja uttan fyri sjálva samanknýtingina, og ábyrgdin fyri teimum liggur hjá smásøluveitara og endakunda.
NET hevur roynt at samskipa hetta soleiðis, at tilgongdin verður so liðilig sum gjørligt, men tað hevur víst seg at vera torført. Sum longu nevnt, hevur verið neyðugt at tillaga verkætlanina, tí umstøðurnar eru broyttar, sammett við metingarnar og útlitini í upprunaligu verkætlanini, tá ið NET setti skjøtil á “Fipur til Heimið”.
Verkætlanin “Fipur til heimið” hevur higartil kostað umleið 270 mió. kr.
Aksel V. Johannesen
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



