Tað tekur tvey ár at læra seg at tosa og 60 ár at læra seg at tiga
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað tekur tvey ár at læra seg at tosa og 60 ár at læra seg at tiga
- Ernest Hemingway
Størv

Kom og gerst tænaralærlingur á Hotel Brandan – eitt livandi og spennandi arbeiðspláss mitt í Tórshavn. Vit leita eftir tær, ið møtir fólki við einum smíli og hevur hug at geva gestunum eina serstaka uppliving. Sum tænaralærlingur hjá okkum sleppur tú at royna teg innan matstovu-, veitslu- og ráðstevnuvirksemi. Vit bjóða tær eitt lærupláss við dugnaligum og eldhugaðum starvsfeløgum, sum tryggja tær góða upplæring og nógvan lærdóm á starvsleiðini.  

Vit bjóða

  • Eitt arbeiðspláss, har vit leggja dent á trivnað, góðsku og tænastu
  • Læru um tænastu á høgum altjóða støði
  • Eitt gott lærlingaumhvørvi
  • Ein fjølbroyttan og spennandi arbeiðsdag, har tú eisini fært høvi at royna teg á hinum matstovunum hjá P/F Hotel Hafnia
  • Lærupláss á einum Green Key góðkendum hotelli

Vit vænta, at tú

  • Ert fyrikomandi, álítandi og tænastusinnað/ur
  • Trívist í einum lívligum umhvørvi, har tú hittir fólk úr øllum heiminum
  • Ert áhugað/ur í at læra meira um tænastu, gastronomi, vín og alt annað, ið lyftir upplivingina hjá gestunum

Umsóknarfreist og setanartreytir

Starvsbyrjan er 1. august 2026 ella eftir nærri avtalu. Freistin at søkja er 28. juni 2026.

Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála á økinum.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við F&B leiðaran, Absalon Lydersen, á tel. 23 92 90.

Tú kanst lesa meira um útbúgvingina HER.

Ljóðar hetta spennandi? Kom við í okkara toymi! Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #