Hagstovan: Fiskiveiða og aling eigur meira enn triðingin av vøkstrinum í lønarkrónum. Hetta kemst serliga av løn í botnfiskiveiðu, sum seinastu 12 mánaðirnar er vaksin við næstan 60 prosentum samanborið við undanfarna tíðarskeið.
970 milliónir krónur, ella 7,5 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá apríl 2025 til mars 2026 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.
Vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini. Hetta sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.
Botnfiskiveiða tilsamans eigur 30 prosent av vøkstrinum
Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við 12 mánaðir frammanundan. Størsti vøkstur í krónum átti "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða". Verður hendan vinnugreinin útgreinað, sæst at vøksturin er serliga stórur í "botnfiskiveiðu", har lønirnar eru vaksnar við næstan 60 prosentum. Verður "botnfiskiveiða" løgd saman við "botnfiskiveiðu, sum er virkað umborð", eru útgoldnu lønirnar tilsamans 285 milliónir krónur størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hetta er á leið 30 prosent av samlaða lønarvøkstrinum seinastu 12 mánaðirnar.
Aðrar vinnugreinar við stórum lønarvøkstri í krónum eru "Heilsa- og Almannaverk", "Framleiðsluvinna" og "Flutnings- og goymsluvinna", við ávikavist 107, 95 og 90 milliónum krónum. Hesi eru ein vøkstur millum 5 og 8 prosent.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



