Synergi: Fá 3 ISO 27000 standardir í einum høggi!
Kom á skeið við viðurkenda almenna felagsskapinum “Dansk Standard”, sum mennir, útgevur og miðlar standardir.
Aftaná eina Multipli Choice próvtøku, fært tú prógv frá Dansk Standard í 3 standardum, ISO-27001, ISO-27002 og ISO-27005. Heili 3 standardir í einum.
Velur tú próvtøkuna frá, fært tú skeiðsváttan frá Dansk Standard í staðin.
FREIST 24. apríl!
Freistin at tekna seg til skeiðið í ISO-27000 røðini er 24. apríl.
Skeiðið verður hildið í samstarvi við Dansk Standard, sum umboðar altjóða ISO-standardir og borgar fyri einum fakliga sterkum og viðurkendum útgangsstøði.
Tú fært 3 standardir í einum
Við hesum skeiðnum fært tú í veruleikanum tríggjar týdningarmiklar standardir í einum – og eina samlaða fatan av, hvussu kunningartrygd verður stýrd í praksis.
Uppá 3 dagar fært tú:
• Heildarfatan av ISO/IEC-27001, 27002 og 27005
• Samanhang millum krøv, váðar og trygdartiltøk
• Praktiskar venjingar, tú kanst brúka beinleiðis
• Diplom og próvtøku, sum staðfestir tínar førleikar. Tú velur sjálv/ur, um tú fert til próvtøku.
Skeiðið gevur tær eitt trygt og haldgott grundarlag at arbeiða víðari við kunningartrygd – bæði á strategiskum og praktiskum stigi.
GG: Plássini eru avmarkað.
Freistin at tekna seg: 24. apríl
👉 Tekna teg á heimasíðuni hjá synergi, www.synergi.fo ella ring/skriva til okkara. Tlf. 322355/synergi@synergi.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



