Tá til stykkis kemur, er tað ikki árini í lívinum, sum týða nakað, men lívið í árunum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá til stykkis kemur, er tað ikki árini í lívinum, sum týða nakað, men lívið í árunum
- Abraham Lincoln
Tiltøk

Listasavnið á Sandi: Sunnudagin 14. juni hátíðarhalda vit, at Listasavnið á Sandi fyllir 20 ár, við einum listadegi, har myndlist, tónleikur og upplestur eru á skránni, øll eru vælkomin. 

Streingjaspæl við teimum báðum úrmælingunum Heiðrun Petersen og Ragnari Olsen. Bæði hava spælt á savninum gjøgnum árini, og Heiðrun spældi eisini til sjálva upplatingarhátíðina fyri 20 árum síðan. 

Ólavur Jøkladal, savnstjóri, bjóðar vælkomin og greiður frá um savnið og søguna um savnið. 

Nils Ohrt, listfrøðingur og nevndarlimur setur útvald verk inn í ein listasøguligan kontekst. 

Niels Uni Dam, nevndarformaður og skilmaður Sofusar, lesur úr óútgivnu endurminningunum hjá Sofusi.

Oddfríður Marni Rasmussen, lokalur rithøvundur, lesur staðbundnar tekstir.

Tiltarkið byrjar kl.15.00. og hendan dagin er ókeypis atgongd. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #