Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Vinnuhúsið: Frágreiðingin vísir, at 2025 gjørdist eitt metár fyri føroyska alivinnu við hægstu framleiðslu higartil. Samstundis staðfestir frágreiðingin, at føroyskur havbúnaður hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin, arbeiðspláss kring landið og fyri føroyskan útflutning.

Frágreiðingin lýsir eisini tær stóru broytingarnar og avbjóðingarnar, sum vinnan stendur mitt í – bæði við atliti at altjóða marknaðarviðurskiftum, lívfrøðiligum avbjóðingum, burðardygd, marknaðaratgongd og tørvinum á tryggum og kappingarførum kørmum fyri framhaldandi menning og íløgur.

Havbúnaðarfelagið vísir samstundis á, at føroyska alivinnan seinastu árini hevur ment seg til eina av fremstu alivinnunum í heiminum. Hetta byggir á stórar íløgur, vitan, gransking og tætt samstarv millum vinnu og myndugleikar.

Ársfrágreiðingin hjá Havbúnaðarfelagnum kann lesast her

Nevndin heldur fram
Á aðalfundinum stóð Atli Gregersen fyri vali, og hann varð afturvaldur í nevndina í tvey ár. Í nevndini sita sostatt Regin Jacobsen, Hans Jákup Mikkelsen og Atli Gregersen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #