Størsta norska bókaforlagið, Cappelen Damm, tekur bók aftur, eftir at norska ríkisútvarpið, NRK, avdúkar, at vitlíki hevur skrivað, hóast ein høvundur stendur á permuni.
Bókin "Lise vs. Gianni" er um dystin millum forsetan í norska fótbóltssambandinum, Lise Klaveness, ið umframt drúgva fortíð sum fótbóltsspælari, eisini er løgfrøðingur, og FIFA-forsetan Gianni Infantino.
Norska forlagið undirstrikar, at hvør einasta útgáva verður nágreiniliga viðgjørd av fleiri fólkum og í fleiri liðum og stigum.
Kortini er tað ikki tikið burtur, at høvundurin spyr vitlíki og fær svar.
Bókin er um fótbólt, sum er størsta søluvøra á bókamarknaðinum, nú HM byrjar í Norðuramerika hósdagin í næstu viku.
NRK, sum er virkið í norskari mentan og ikki fer í summarfrí, hevur ummælt átta nýggjar norskar bøkur úr fótbóltsrúgvuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



