Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat ólukkan tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat ólukkan tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969
Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Í dag vórðu Merlie Cada Mopera Ocampo og Helga Gaard heiðraðar í býlingshúsinum inni á Gøtu, nú tær hava verið í starvi hjá Tórshavnar kommunu í 25 ár.

Merlie Cada Mopera Ocampo byrjaði sum hjálparfólk í býlingshúsinum í august 2000, bert eitt ár eftir at húsið læt upp, og hevur verið har síðani.

Helga Gaard byrjaði sum dagrøktari í Kollafirði í 1987, og í 2011 byrjaði hon sum hjálparfólk í vøggustovuni í býlingshúsinum inni á Gøtu.

Báðar eru væl umtóktar og nógv avhildnar, bæði av starvsfeløgunum og ikki minst børnunum.

Elsa Berg, borgarstjóri, var á gátt og bar teimum báðum eina heilsan og eina gávu frá Tórshavnar kommunu sum tøkk fyri trúgva tænastu fyri kommununa í 25 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #