Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat ólukkan tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat ólukkan tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969
Vinna

Klaksvíkar kommuna: “Hetta snýr seg fyrst og fremst um fólk. Um at skapa ein stað, har menniskju kunnu kenna seg trygg og fáa møguleikan at byggja eitt støðugt lív uppaftur,” sigur Mamy Dahl Sørensen.

“Vit eru sera takksom fyri stuðulin, sum ger tað møguligt at lyfta tilboðið upp á eitt hægri stig.”

Við verkætlanini verður sett enn størri fokus á at skapa eitt trygt og støðugt heim til fólk við sosialum trupulleikum. Tá arbeiðið er liðugt, verður pláss til fleiri búfólk – úr 8 upp í 13 – umframt verður tað 1 herbergspláss. Samstundis verða dagligu umstøðurnar betraðar, so tað verður lættari at fáa hjálp til gerandisligar tørvir sum røkt, klædnavask og máltíðir.

“Stuðulin er avgerandi fyri, at vit kunnu fremja ætlanina um at víðka og nútímansgera Umsorganarheimið Gloria, so vit kunnu hjálpa fleiri fólkum, sum hava tørv á einum tryggum og støðugum umhvørvi,” sigur Mamy Dahl Sørensen, ábyrgdarpersónur fyri verkætlanini.

Verkætlanin fevnir um bæði keyp og dagføring av verandi bygningi, umframt eina útbygging í tveimum hæddum. Samlaði kostnaðurin er mettur til umleið 15,5 milliónir krónur, har meir enn helvtin er eginfígging. Umframt stuðulin frá Betri-samtakinum er stuðul latin frá øðrum lokalum og ónavngivnum stuðlum. Tað er sjálvsognarstovnurin Gloria Fastogn, sum hevur yvirtikið bygningin frá Soli Deo Gloria.

Umsorganarheimið Gloria varð sett á stovn í 2017 og hevur síðani 2018 verið ein trygd hjá fólki við sosialum avbjóðingum. Í dag er verkætlanin fult í gongd, og væntast hon at verða liðug við ársenda í 2026

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #