Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Merkisdagar

Odd Fellow losjan F1 Ambolturin: Í hátíðarligum og virðiligum kørmum í Odd Fellow-losjuni F1 Ambolturin varð eitt serligt kvøld hildið týskvøldið 14 apríl, tá tríggir brøður vórðu heiðraðir fyri trúgva tænastu fyri Odd Fellow-ordanin gjøgnum fýra áratíggju.

Poul Pøhlsgaard, Torben Prior og Niels Boje Christensen, sum allir vórðu tiknir upp í apríl 1986, fingu handað 40 ára heiðurstekin fyri sítt trúfesti og virksemi í losjuni. Heiðurin varð latin í nærveru av familju, brøðrum úr Amboltinum og umboði frá donsku Stórlosjuni og Høvuðs-Patriarkunum úr báðum legunum nr. 6 “De Tre Søjler” og nr. 17 “Skibet”; legurnar er eitt stig omanfyri vanligu losjuna og teir tríggir heiðraðu brøðurnir eru við í nevndu legum.

Teir tríggir heiðraðu brøðurnir vóru við at leggja lunnar undir stovnanina av fyrstu føroysku Odd Fellow losjuni F1 Ambolturin, sum somuleiðis heldur 40 ára stovningardagin við stórfingnum hátíðarhaldi í heyst.

Hátíðarløtan var merkt av bæði virðing og felagsskapi, har røður og heilsanir løgdu dent á týdningin av trúfesti og teimum virðum, sum Odd Fellow-ordanin byggir á – vinarlag, kærleika og sannleika.

Odd Fellow-ordanin hevur røtur aftur til 18. øld í Bretlandi og hevur síðani breitt seg um allan heim sum ein felagskapur, ið arbeiðir fyri brøðralagi, hjálpsemi og sosialum felagsskapi.

Losjan F1 Ambolturin í Tórshavn er ein partur av hesum altjóða felagsskapi og hevur í mong ár verið eitt samlandi stað fyri brøður í Føroyum, har dentur verður lagdur á bæði persónliga menning og felags ábyrgd.

Kvøldið endaði við samveru, har brøður og gestir høvdu høvi at fagna teimum trimum heiðraðu og minnast teirra mongu ár í tænastu fyri losjuna.

Á myndini
fremra rað frá vinstru:  
- Niels Boje Christensen
- Torben Prior 
- Poul Pøhlsgaard

aftara rað frá vinstru: 
- Dávur Eyðunsson Sørensen, Undirmeistari í Amboltinum

- Bo Madsen, Høvuðs-Patriarkur í legu nr. 6 'De Tre Søjler'

- Jørgen Bonne, Distriktsdeputeraður Stórsire umboðandi donsku Stórlosjuna

- Cristian Carpentier, Høvuðs-Patriarkur í legu nr. 17 'Skibet'

- Svenn Eysturtún Olsen, Yvirmeistari í Amboltinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #