Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia
Lesarin skrivar

Seinastu tíðina hava vit sæð tvey uppskot frá landsstýrinum: MVG-frítøku á bensin og diesel og leigustuðul. Felags fyri bæði uppskotini er, at tey geva eina kenslu av handling, men loysa ikki trupulleikarnar, sum Føroyar stríðast við. At strika MVG á bensin og diesel í tríggjar mánaðir er ein dýr gáva til øll – eisini tey, sum hava størstu inntøkurnar og brúka mest brennievni. Tá stuðulin fer úr gildi, eru vit framvegis bundin at einum ótryggum oljumarknaði.

Somuleiðis er leigustuðul ein skeiv raðfesting í einum samfelagi við álvarsligum bústaðartroti. Tá ov fáir bústaðir eru tøkir, er vandin stórur fyri, at stuðulin endar í lummanum hjá útleigarum gjøgnum hægri leigur heldur enn hjá teimum, sum stríðast við at fáa endarnar at røkka saman. Í staðin fyri at brúka almennar pengar upp á fyribils stuðulsskipanir eigur landsstýrið at taka rótina til trupulleikarnar í álvara. 

Hví verður ikki tosað um átøk móti bústaðarspekulatión? Hví verður ikki hugt at einum ognarskatti á triðja, fjórða og fimta bústað? Hví skal tað vera møguligt hjá fáum at savna saman fleiri bústaðir sum íløgur, meðan ung og vanligar familjur hava ilt við at sleppa inn á marknaðin? 

Føroyar hava tørv á fleiri bústøðum og málrættaðum hjálparskipanum til tey, sum hava størstan tørv – ikki fyribils gávum, sum hvørki loysa bústaðarkreppuna ella orkukreppuna. Politikkur eigur at snúgva seg um at loysa trupulleikar – ikki um at keypa sær popularitet við skattapengum.

Jóhan Carl Sam

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #