Kathy Ruemmler, ovasti advokaturin í íløgubankanum Goldman Sachs og fyrrverandi ráðgevi hjá Barack Obama forseta í Hvíta Húsinum, boðaði hósdagin frá, at hon legði frá sær, eftir at teldupostar millum hana og Jeffrey Epstein vístu eitt tætt samband, har hon lýsti hann sum ein “eldri beiggja.”
Fram til hon legði frá sær royndi Ruemmler fleiri ferðir at taka frástøðu frá teldupostunum og øðrum brævaskifti og hevði sagt, at hon ikki fór at siga seg úr ovasta løgfrøðiliga starvinum hjá Goldman, sum hon hevði havt síðani 2020.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



