Pætur Zachariasson er í gongd við at skriva eina PhD verkætlan um drúgva skúlafráveru í fólkaskúlanum.
Hetta er ein alsamt vaksandi trupulleiki tí fleiri og fleiri av hesum fráverunum ella skúlaaftranunum standast av sálarligum avbjóðingum.
Eitt, sum hann ikki nevnir í poddinum, men setti orð á aftaná samrøðuna var, at tað eru børn og ung, sum ikki hava verið í skúla í 3-4 ár tí tey ikki makta tað.
Hoyr sera áhugaverdu samrøðuna við Pætur her.
Hoyr eisini:
Sálarheilsan hevur sera stóran týdning
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



