Jú, tað er flott. Men er tað gott?
- Ingálvur av Reyni um gøtulistina á Montmartre

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Jú, tað er flott. Men er tað gott?
- Ingálvur av Reyni um gøtulistina á Montmartre
Tekstlýsingar

Barna- og útbúgvingarmálaráðið sóknast eftir uppskotum um forfólk og limir í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan. 

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan telur forfólk og seks limir, sum landsstýrisfólkið í granskingarmálum tilnevnir við støði í tilmælum frá eini trímannanevnd. Forfólk og limir verða vald eftir persónligum eginleikum og fakligum førleikum. Limirnir verða tilnevndir fyri fýra ár í senn og kunnu í mesta lagi tilnevnast fyri tvey skeið á rað. Tann 1. apríl 2026 er valskeiðið úti hjá forfólkinum og trimum limum. 

Sí yvirlit yvir núverandi limir í ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan 

Tað hevur stóran týdning at fáa inn grundað uppskot um ráðslimir, sum hava royndir við gransking, menning og nýskapan, bæði alment og vinnuligt eins og innanlands sum uttanlands. 

Uppskot um limir skula sendast Barna- og útbúgvingarmálaráðnum í seinasta lagi fríggjadagin 6. mars 2026. 

Um Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan 
Endamálið við ráðnum er at ráðgeva Føroya landsstýri og vinnu um yvirskipaða politikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan, og um hvussu hesi kunnu gerast gagnlig fyri samfelagið, bæði í almenna og privata geiranum. 

Ráðslimir skulu tilsamans umboða vitan um og royndir við gransking, menning og nýskapan, bæði alment og vinnuligt. Ein meiriluti av ráðslimunum skal hava granskingarførleika í minsta lagi á lektarastigi, og fleiri skulu hava viðkomandi og drúgvar royndir úr vinnuni. 

Krøv til uppskot um ráðslimir 
Tann, sum sendir inn uppskot um ráðslim, nýtist ikki at kenna CV ella leggja við aðrar umfatandi upplýsingar um persónin í uppskoti. Heldur ikki er neyðugt at fráboða viðkomandi um, at viðkomandi er í uppskoti. Hetta eru viðurskifti, sum stjórnarráðið tekur sær av í viðgerðini av innkomnum uppskotum. 

Uppskotið skal lýsa, hví mett verður, at viðkomandi er skikkaður sum limur í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan, og verða grundað á fakligar førleikar, viðkomandi royndir og persónligar eginleikar hjá viðkomandi. 

Uppskot kunnu fevna um onnur, men til ber eisini at skjóta seg sjálvan upp sum lim í ráðnum. 

Viðgerðin
 
Sambært kunngerð tilnevnir landsstýrisfólkið ein formann og seks ráðslimir eftir tilmæli frá trímannanevnd, sum viðger øll innkomnu uppskotini. 

Nevndin skal í viðgerðini leggja dent á fakligar førleikar, viðkomandi royndir og persónligar eginleikar hjá viðkomandi. Royndirnar kunnu verða frá gransking, menning og nýskapan, bæði alment og vinnuligt, innanlands sum uttanlands. 

Setanarskeið  
Ráðslimir verða tilnevndir fyri fýra ár í senn, og kunnu í mesta lagi tilnevnast tvey skeið á rað. Fyri vali hesaferð eru tríggir limir, umframt forfólk fyri ráðið. Um nóg nógv skikkað boð verða send inn, kann landsstýrisfólkið lata trímannanevndina tilmæla tríggjar nýggjar ráðslimir millum tey innkomnu uppskotini, tá ið setanartíðin hjá hinum ráðslimunum gongur út, og nýtt tilmæli skal handast landsstýrisfólkinum. 

Grundað uppskot skulu sendast til: bumr(at)bumr.fo 

Freist: 6. mars 2026. 

Heimild
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan verður sett sambært kunngerð nr. 84 frá 25. mai 2021 um tilnevning av limum í Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan, við heimild í løgtingslóg nr. 89 frá 7. juni 2020 um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan. 

Sí leinki: 

Barna- og útbúgvingarmálaráðið  
J.H. Schrøters gøta 7  
Postrúm 3279 - 110 Tórshavn  
Telefon 30 65 00   
t-postur: bumr@bumr.fo 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #