Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-118/2025 eftir § 52a í Tingskipanini frá Hermann R. Samuelsen, løgtingsmanni, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, um Sjónám.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hví er ikki lýst eftir nýggjum leiðara til Sjónám?
2. Er ætlanin at seta nýggjan leiðara á Sjónámi?
3. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi framtíðar virksemi og leikluti hjá Sjónámi?
Svar
Til 1: Í sambandi við at nýggjur leiðari skal setast á Sjónámi verður kannað, um møguligar bygnaðarligar broytingar skulu gerast, soleiðis at betri samanhangur verður innan maritima útbúgvingarvirksemið í landinum.
Undirvísingarstýrið er biðið um at skriva tilmæli um hetta í samráð við báðar maritimu skúlarnar og onnur viðkomandi.
Til 2: Ja, ætlanin er at seta nýggjan leiðara á Sjónámi so skjótt sum støða er tikin til bygnaðarligu viðurskiftini.
Í løtuni er leiðarin á Sjónámi bygnaðarliga undir stjóranum á Tekniska skúla í Klaksvík, og umhugsað verður, um tað hevði verið meiri skynsamt, um størri samanhangur var millum báðar maritimu skúlarnar.
Til 3: Landsstýrismaðurin ynskir, at minst líka nógv virksemi verður á Sjónámi aftaná møguligar bygnaðarligar broytingar eru gjørdar.
Báðir maritimu skúlarnir hava skiparaútbúgving, sum kundi verið betri samskipað í sambandi við upptøku og nýtslu av simulatorútgerð, sum er staðsett í Havn.
Fyri skeiðsvirksemi í báðum skúlum hevði tað verið ein fyrimunur, um hetta var meiri samskipað so skeið ikki vóru samstundis í báðum skúlum. Fram í tíð kundu aðrir møguleikar eisini víst seg fyri Sjónám.
Umhugsað hevur verið at flutt Brandskúlan til Klaksvíkar, soleiðis at virksemið bleiv knýtt at Sjónámi.
Arbeitt hevur eisini verið við sokallaðum bláum miðnámi, her kundi Sjónám eisini verið partur; tí Sjónám frammanundan hevur dekkara- og skipsatstøðiútbúgvingina.
Álit verður í løtuni skrivað um blátt miðnám.
Bárður á Lakjuni
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



