Vivie Davidsen, stjóri á Heilsuskúlanum, staðfestir, orsakað lítla tilmelding til skúlatilboðið í Havn, at staðsetingin ongantíð hevur verið trupulleikin.
Í ákærandi skriving saknar hon nú røddir, sum sambært henni hava mótarbeitt skúlanum í Hovi.
Eg havi verið tann røddin - ikki sum mótarbeiðandi nøkrum, men sum atfinningarsom vegna eldraøkið í Føroyum.
—-
Vit kunnu spyrja hví lutfallsliga fýra ferðir so nógvir suðringar hava tikið útbúgvingina, sum norðingar og um tað ikki júst er tí, at staðsetingin hevur spælt inn.
Og at eldraøkið í suðri er fullmannað við útbúnum fólki, meðan vit norðanfjørðs hava minni enn fimti procent.
Man ikki tað eisini skyldast staðsetingina?
Og hví hevði staðsetingin so ikki eisini munað øvugtan vegin, um skúlin var norðanfjørðs, har sum níti procent av fólkinum búleikast?
Vit skulu minnast til, at hetta hevur staðið uppá í nærum tjúgu ár.
At hava havt skeiva staðseting í so drúgva tíð, hevur niðurpínt eldraøkið.
Eg sigi ikki, at hetta er allur feilurin, men tá man hevur havt trupult við at fingið yngri fólk til økið, so áttu politikararnir at gjørt alt sum til bar og bøtt um lestrarviðurskiftini, og ikki øvugt, staðsett tilboðið á útoyggj.
Politikkurin hevur arbeitt ímóti menningini av eldraøkinum.
Hevur tú fyrst útmarvað økið, ikki virðismett hesi kvinnufak, ikki lyft fakleikan, skeiva skúlastaðseting, - ja, so dettur burturav og so verður økið heldur ikki nóg attraktivt uppá eitt eygablikk, tá man vil gera eitt nýtt royndarhold norðanfjørðs.
Eg sigi aftur, at skúli ger einki einsamallur og avbjóðingin á eldraøkinum er ikki serføroysk. Flestu lond stríðast við hetta.
Men tá hevur tað so sera stóran týdning, at tey viðurskifti, man kann ávirka, ikki verða lorkað burtur - sum hesin skúli hevur verið ræðandi dømi um.
Skúlin byrjaði í smáum um aldarskiftið - og staðsetingin bleiv meira ein partur av politisku kabalini, enn týðandi faktorur í menningini av eldraøkinum.
Og tað rinda vit fyri í dag.
So ístaðin fyri at “langa út” eftir teimum, sum onga persónliga aktiu høvdu í málinum, men bara vildu eldraøkinum væl, og ístaðin fyri at rættvísgera eina skeiva staðseting - so sakni eg ein eyðmjúkleika, eina sjálvrannsakan og eina viðkenning um, at fólk og lokalpolitikkur tóku økið sum gísla - til stórt afturstig fyri økið.
Bergun Kass
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



