Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen
Politikkur

Aksel V. Johannesen hevur nú lagt frá sær sum løgmaður í Føroyum.

Tað segði hann við Útvarpið fyri løtu síðani.

Aksel V. Johannesen segði, at hann fer at peika á formannin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, sum nýggjan samráðingarleiðara.

Nú klokkan 11 fer løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, at hitta forfólkini í flokkunum, tann fyrsti er Beinir Johannesen tann seinasti Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýri.

Síðani ger løgtingsforkvinnan formliga av, hvør skal leiða samgongusamráðingarnar, og tað ger hon útfrá teimum tilmælum hon hevur fingið frá forfólkunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #