Føðilandið, tað er allur knøtturin - nær fáa øll tað inn í knøttin!
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Føðilandið, tað er allur knøtturin - nær fáa øll tað inn í knøttin!
- úr Børkuvísum
Størv

Hevur tú hug at menna okkara vakuum- og frystiframleiðslu, skapa nýggjar loysnir, samskipa og fremja royndir fyri at betra og menna framleiðsluna? 

Vit leita eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki, sum brennir fyri framleiðslu og vil standa á odda fyri og víðarimenna okkara vakuum- og frystiøki á góðskingarvirkinum í Sørvági. 

Talan er um fulltíðarstarv. Tú kemur at vísa til virkisleiðaran, Jóan Karl Joensen. 

Arbeiðsuppgávur 

  • Leiða framleiðsluna av vakuum pakkaðum frystum laksafløkum. 

  • Menna og styrkja vakuum- og frystiframleiðsluna  

  • Fremja royndir og menningarátøk innan framleiðsluna  

  • Planleggja og stýra dagligu framleiðsluni saman við virkisleiðarinum og økisfólkunum 

  • Fylgja upp við framleiðslutølum og tryggja framleiðslueftirlit 

  • Tryggja at mannagongdir viðv. pakking, frysting, sporføri, goymslu og avskiping verða fylgdar 

  • Tryggja, saman við starvsfólkadeildini, at arbeiðsøkini eru røtt mannaði 

  • Samskifta við sølu-, góðsku- og aðrar framleiðsludeildir 

  • Arbeiða miðvíst við framleiðslumenning og optimering 

Førleikakrøv 

  • Tú hevur stóran áhuga at arbeiða við framleiðslu og framleiðslumenning 

  • Tú ert fyrikomandi og trívist við at leiða og inspirera onnur 

  • Tú ert skipað/ur, sjálvstøðug/ur og dugir væl at arbeiða í toymi 

  • Tú ert ágrýtin, álítandi og arbeiðssom/samur 

  • Hevur góðar telduførleikar 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan leiðslu ella framleiðslu . 

Løn og treytir 

Løn og setanarviðurskifti verða avtalað partanna millum. Starvið er fulla tíð og arbeiðsstaðið er í Sørvági. Starvið verður sett skjótast til ber. 

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við: 
Jóan Karl Joensen, tlf +298 288260 ella skriva til joankarl.joensen@hiddenfjord.com 

Umsókn og CV skulu sendast til joankarl.joensen@hiddenfjord.com í seinasta lagi 05.04.2026. 

Um Hiddenfjord 

Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Hiddenfjord hevur smoltstøð, aling á sjónum, góðskingarvirki og søludeild. Vit leggja stóran dent á menning, dygd og at virka í samljóði við náttúruna. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #