Føðilandið, tað er allur knøtturin - nær fáa øll tað inn í knøttin!
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Føðilandið, tað er allur knøtturin - nær fáa øll tað inn í knøttin!
- úr Børkuvísum
Størv

Á marknaðardeildini hava vit ábyrgdina av innan- og uttanhýsis samskiftinum og marknaðarføringini av Betri Banka, Betri Heim og Betri samtakinum.  

Her er altíð gott lag og full ferð á. Uppgávurnar eru nógvar og rættiliga ymiskar frá degi til dags. Okkara fremsta uppgáva er at stuðla undir arbeiðið at veita góða ráðgeving til kundar okkara.  

Marknaðardeildin hevur eitt breitt ábyrgdarøki, og endamálið er at viðlíkahalda, menna og styrkja samskiftið og marknaðarføringina hjá Betri Banka, Betri Heim og Betri samtakinum. Vit skipa á hvørjum ári fyri nógvum ymsum tiltøkum kring alt landið. Eisini menna vit hvørt ár nýggj átøk, har vit eitt nú varpa ljós á viðkomandi og týðandi økir.  

Um starvið 

Í tøttum samstarvi við leiðaran á marknaðardeildini og feløgini í samtakinum fert tú m.a. at taka tær av samskiftistilfari, at framleiða skrivligt og visuelt tilfar, at leggja til rættis og skipa fyri tiltøkum og umsiting av lýsingartilfari.  

Fyri at arbeiða á marknaðardeildini er tað umráðandi, at tú:  

  • hevur góðan málkunnleika og dugir væl at skriva og orða teg á føroyskum 

  • megnar at arbeiða í arbeiðsumhvørvi við ferð á 

  • megnar at verða í smálutum eins væl og at hava stóra yvirlitið 

  • ert fyrikomandi, áhugað/ur, ágrýtin og arbeiðssom/samur 

  • dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt 

  • hevur góð samstarvsevni 

  • ert strukturerað/ur, soleiðis at uppgávurnar verða loystar væl og skjótt 

Vit bjóða: 

  • eitt fjølbroytt og spennandi starv, har tú fært møguleika at seta tín dám á starvið 

  • góðar arbeiðsumstøður, har møguleiki er fyri persónligari og fakligari menning, og har starvsfólkatrivnaður og kundanøgdsemi hava hægstu raðfesting 

Setanartreytir verða ásettar sambært avtalu. 

Umsókn 

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Annu Eystberg Hofgaard, marknaðarleiðara, á 548 251, ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á 548 224.   

Um tú hevur áhuga í starvinum, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum til starv(at)betri.fo. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 12. apríl 2026. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #