Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, vil hava fiskavirkisskipanina avtikna.
Tað sigur hann við Friheldsbrevet.
Tíðin er farin frá henni og øðrum stuðulsskipanum, til dømis skattafrádráttinum til fiskimenn.
- ALS er ein sosial skipan, sum er stovnað til at lofta okkara veikastu, tá ið landið kemur í truplar støður, sum vit t.d. hava sæð í 90’unum. Men at ávís virki skulu fáa meira burtur úr skipanini enn onnur, tað er ikki rætt, heldur Atli Gregersen.
Skipanin er avoldað og ein leivd frá planbúskapinum, sum skeiklar arbeiðsmarknaðin.
- Samfelagið skal ikki brúka pengar upp á at halda arbeiðsfólki føstum á ali- og fiskavirkjum, tá stórur tørvur er á arbeiðsmegi aðrastaðni, sigur Atli Gregersen.
Hann heldur, at virkini sjálvi eiga at finna loysnir, tá einki arbeiði er, heldur enn at lata ALS bera kostnaðin.
Tað er heldur ikki rætt, sigur hann, at ávís virki fáa størri fyrimunir úr ALS enn onnur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



