Fróðskaparsetrið: Mikudagin 17. juni klokkan 17:00 – 18:15 verður spennandi almennur fyrilestur í Kongshøll á Vestaru Bryggju við altjóða viðurkenda serfrøðinginum, Agnari Sturla Helgasyni. Fyrilesturin hevur heitið “DNA, bein og uppruni íslendinga.”
Í fyrilestrinum fer hann m.a. at vísa á, hvussu nýggir greiningarmøguleikar av fornum DNA hava kollvelt okkara fatan av søguni hjá fólki her norðuri. Henda vitanin byggir á kanningar av arvamassanum hjá fornum fólki úr Íslandi, Grønlandi, Føroyum og øðrum londum.
Lesið meira HER
Tað er Magni Mohr, prorektari í gransking, sum fyriskipar tiltakið, og hann kann geva tykkum meira bakgrund og kontakt, um tørvur er á tí.
Tað er annars ikki so langt síðani, at Hannes Gislason, granskari á Náttúruvísindadeildini, fekk almannakunngjørt fyrstu vísindaligu greinina um allan arvastreingin hjá føroyingum í BMC Genomics – tað var í 2023: Sí HER
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



