Fróðskaparsetrið: Laura Farré Rozada, ph.d., arbeiðir við framførslu og gransking í tónleiki og støddfrøði, serliga í tónleikaligum minni, framførslusálarfrøði og post-tonalum musikki.
Nú kemur hon til Føroya, har hon fer at hava fyrilestur í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn, um sína gransking og eisini at spæla.
Tað er glopp í undirvísing og gransking, tá ið tað ræður um at læra at spæla slíkan klavertónleik uttanat.
Í fyrilestrinum - við framførslu - leggur Laura fram ein nýggjan hátt at greina, læra og minnast post-tonalan klavertónleik, ið verður kallaður Conceptual Simplification.
Hátturin er mentur í hennara ph.d.-ritgerð frá 2024 og byggir á støddfrøði og teldufrøði fyri at styrkja minnið og spælingina.
Á tiltakinum verða dømi brúkt úr klaververkum frá 20. og 21. øld við serligum denti á tónleik eftir Sunleif Rasmussen.
Laura Farré Rozada er kendur musikari og matematikari. BBC Music Magazine hevur nevnt hana “Rising Star”, og eisini vann hon American Classical Young Musician Award 2022.
Hon hevur givið út tríggjar plátur, verið á konsertferð í fleiri londum og frumframført yvir 100 verk. Harumframt hevur hon hildið fyrilestrar á universitetum og ráðstevnum kring heimin.
So komið til hetta forkunnuga og spennandi tiltakið í Kongshøll - øll eru vælkomin!
Meira kunning um Lauru her.
Og sindur meira um tiltakið, sum Náttúruvísindadeilin saman við Føroya Verkfrøðingafelag skipar fyri, her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



