Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Amerikanska oljufelagið Greenland Energy hevur sett útgerð í land í Eysturgrønlandi, sjálvt um neyðugu loyvini frá grønlendskum myndugleikum ikki eru komin uppá pláss.

Og meira útgerð er á veg, skrivar The Guardian.

Grønlendskir myndugleikar hava givið felagnum eina staðiliga átalu, men hava tó ikki kravt, at útgerðin verður tikin burtur aftur.

Sambært upplýsingunum hjá The Guardian hevur Greenland Energy óbeinleiðis samband við amerikanska forsetan, Donald Trump. Tað hevur leiðslan í felagnum tó afturvíst.

Greenland Energy hevur loyvi til at leita eftir olju í Grønlandi, men landsstýrið í Grønlandi gjørdi í 2021 av, at ongin nýggj verkætlan skuldi byrja uttan nýggj loyvir. Og tað hevur felagið ikki fingið.

Eitt skip við 300 bingjum við boriútgerð hjá Greenland Energy skal sigla úr Kanada til Grønlands í septembur. Og sambært eini børsfráboðan frá felagnum fríggjadagin, skulu boringarnar byrja í oktobur, nú seinastu loyvini eru um at koma uppá pláss, sum sagt verður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #