Hægstirættur í Russlandi noktaði í dag liberala flokkinum Yabloko at stilla upp til tjóðartingsvalið í septembur, skrivar NRK.
Sostatt er einasti offisielt skrásetti flokkur, sum er ímóti krígnum hjá Russlandi í Ukraina, strikaður.
"Avgerðin verður kærd. Vinir, latið okkum ikki stúra," skrivar flokkurin í eini fráboðan eftir avgerðina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



