Eftir 30 ár í ísraelskum politikki skal Benjamin Netanyahu "sleppa sær til hús."
Tað segði fyrrverandi forsætisráðharrin, Naftali Bennett, í fleiri samrøðum við ísraelskar miðlar hósdagin.
- Netanyahu og hansara gerðir sorla Ísrael sundur, helt Bennett fram.
Kritikkurin frá fyrrverandi forsætisráðharranum kemur, nú flokkurin hjá Netanyahu stríðist í veljarakanningunum.
Ein veljarakanning almannakunngjørd í Times of Israel fyrr í mars, vísti at 41 prosent av teimum spurdu søgdu, at kríggið í Iran, Palestina og Libanon ávirkaði teirra mentalu heilsu negativt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



