Hagstovan: Í apríl var arbeiðsloysið 0,9 prosent, sum er 0,2 prosentstig minni samanborið við sama mánað í fjør.
Í apríl vóru 335 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 60 færri enn í sama mánað árið fyri.
Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulla tíð fyri mánaðin. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur. Í apríl vóru tað 286 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 47 færri enn í apríl í fjør.
Arbeiðsloysið minni hjá kvinnum
Í apríl vóru 118 kvinnur raktar av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 98, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,7 prosent. Hetta er minkað við 0,1 prosentstigi í mun til árið fyri.
Av monnum vóru 217 raktir av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru teir 188, sum svarar til 1,2 prosent. Hetta er ein minking á 0,1 prosentstig í mun til árið fyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



