Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Størv

Søkt verður eftir løgfrøðingi fyri løgfrøðing, sum fer í farloyvi 1. juni 2026. 

Talan er um eitt spennandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi. Uppgávurnar eru fjølbroyttar.  

Vinnumálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, og ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýrismanni og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi og at lýsa og avgreiða mál, sum hoyra stjórnarráðnum til. 

Arbeiðsøki 

Høvuðsuppgávurnar eru at arbeiða við at fyrireika: 

  • Lógaruppskot 

  • Kunngerðir  

  • Málsviðgerð innan málsøkini hjá Vinnumálaráðnum 

Førleikakrøv 

Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiliga kandidatútbúgving frá hægri lærustovni, t.d. cand.jur. 

Vit vænta, at 

  • Tú hevur royndir frá arbeiði innan løgfrøði og málsviðgerð 

  • Tú dugir væl at orða teg á føroyskum bæði í skrift og í talu 

Løn og setanartreytir 

Talan er um eitt tíðaravmarkað starv og verður sett skjótast til ber og til 1. apríl 2027. Starvstíðin kann verða longd. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF.  

Umsóknir 

Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til: vmr(at)vmr.fo

Umsóknir skulu vera Vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 27. mai 2026. 

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóannu Djurhuus, deildarstjóra í Vinnumálaráðnum, tlf. 506084. 

 

Vinnumálaráðið skal tryggja føroyskum vinnulívi góðar og stimbrandi karmar og hevur ábyrgdina av tí vinnuliga lógarverkinum. Millum virkisøkini hjá Vinnudeildini eru alivinna, sjóvinna, ferðavinna, loftferðsla, landbúnaður, fjarskifti, matvøruframleiðsla og -útflutningur, djór og djóravælferð, kappingarmál, kolvetni, vinnufeløg, íverksetan og skapandi vinnur. Vinnumálaráðið umsitur harafturat kommunumál, útoyggjamenning, samferðslumál, útlendingamál og integratiónsmál. 

Vinnudeildin varðar av fleiri almennum stovnum og feløgum: P/F Visit Faroe Islands, P/F Fiskaaling, P/F Vága Floghavn, P/F Eystur- og Sandoyartunlar, P/F Vágatunnilin, P/F Norðoyatunnilin, P/F Suðuroyartunnil, Akstovuni, Strandfaraskipum Landsins, Rúsdrekkasølu Landsins, Landsverk, Útlendingastovuni, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Vinnustovninum, Brúkaraumboðnum, Búnaðarstovuni, Jarðfeingi, Sjóvinnustýrinum, Filmshúsinum, Tónleikaútflutningsstovuni, Vinnuframa og Framtaki. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #