Eg havi onki ímóti Várharra. Men eg ræðist hansara fjepparar
- Woody Allen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi onki ímóti Várharra. Men eg ræðist hansara fjepparar
- Woody Allen
Politikkur

Samgonguskjalið um almannamál: Vit skulu hava eitt gott og vælvirkandi almannaverk, sum veitir hjálp og vegleiðing til tey, ið hava tørv á tí. Borgarin skal altíð vera í miðdeplinum og hava møguleika fyri at fáa ein innihaldsríkan gerandisdag við so góðari lívsdygd sum gjørligt. 

Vit skulu gera eina langtíðarætlan fyri bústaðir til fólk við serligum tørvi. 

Einstaklingafyriskipanir og smærri stovnar verða løgd í størri eindir fyri at betra um tænastuna. 

Fólk, ið bera brek, skulu hava møguleikar til at virka javnbjóðis við onnur í samfelagnum. 

Stuðul til avlamisbilar skal setast í verk aftur við tillagingum. 

Atkomuviðurskifti hjá teimum við skerdum førleika skulu tryggjast í almenna rúminum.  

Stuðulsskipanir verða endurskoðaðar og í mest møguligan mun inntøkutreytaðar.   

Sjúkradagpengalógin skal endurskoðast, so umsitingin verður einfaldari og rættvísari. 

Eftirlønaruppsparing skal leggjast oman á fyritíðarpensjón. 

Um lønarsáttmálar í framtíðini verða givnar í krónum, eiga fólka- og fyritíðarpensjónir eisini at hækka við sama krónutali. 

Markið fyri mótrokning av arbeiðsinntøku í fólkapensjón skal hækkast upp í 300.000, og samstundis verður mótrokningarprosentið hækkað upp í 30 prosent. Arbeiðsmarknaðargjøld skulu eisini rindast av arbeiðsinntøku hjá pensjónistum.   

Vit vilja halda okkum til pensjónssemjuna frá 2018, samstundis sum vit lofta teimum, ið eru niðurslitin. 

Samsýningin fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima skal hækkast, og skipanin gerast smidligari. 

Vit vilja endurskoða fyrisitingarbygnaðin í Almannaverkinum. 

Vit vilja virka fyri at seta eldraverju í verk. Hetta fyri at hjálpa fólki, sum eru útsett fyri ágangi, so sum fíggjarligum ágangi ella eru í vandabólki.  

Les eisini:

Her er samgonguskjalið hjá ABC-samgonguni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #