Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson
Lesarin skrivar

Alivinnan stendur fyri einum stórum parti av føroyska útflutninginum, og kanska er tann klassiski føroyski arbeiðsmaðurin júst alarin. Tey arbeiða í øllum veðri, taka stóra ábyrgd, loysa trupulleikar og halda hjólunum gangandi. Føroyskir alarar eru dugnalig og lagalig fólk, og tí skulu vit heldur ikki smæðast at siga, at føroysk arbeiðskraft er bæði góð og væl grundað.

Í mínari kanningarferð gjøgnum tær mongu sertifiseringarnar hjá Bakkafrost rann eg fram á ASC (Aquaculture Stewardship Council), sum er ein av fremstu altjóða góðkenningunum innan aling.

Tað áhugaverda við ASC er, at hon ikki bara setur krøv til umhvørvi og fiskavælferð. Hon setur eisini greið og strang krøv til arbeiðsviðurskifti, arbeiðstíðir og hvíld hjá starvsfólki.

ASC sigur beinleiðis, at um landsins lóg ella sáttmáli loyvir meira enn altjóða viðurkendar arbeiðstíðir, so galda ASC-krøvini kortini:

Arbeiðstíð sambært ASC

  • Fyri vaksin starvsfólk (18+ ár) sigur ASC:

  • Vanlig arbeiðstíð: mest 8 tímar um dagin

  • Vanlig arbeiðsvika: mest 48 tímar um vikuna

  • Yvirtíð: mesta lagi 12 tímar um vikuna

  • Samlað arbeiðstíð: mest 60 tímar um vikuna

  • Yvirtíð skal vera sjálvboðin og serstøk, ikki reglulig

  • Minst 1 tíma steðgur í einum 8 tíma arbeiðsdegi

  • Minst 11 samanhangandi tímar hvíld hvørjar 24 tímar

  • Minst 24 samanhangandi tímar frí hvørja viku

Tað skal alt skrásetast rætt fyri at halda upp á góðkenningina. Góðkenningin er galdandi í eitt tíðarskeið og skal endurnýggjast, allir alifirðir fáa vitjan av umboðum frá ASC.

ASC byggir á altjóða arbeiðsreglur hjá ILO og hevur sum mál at tryggja, at arbeiðspláss eru burðardygg fyri bæði arbeiðsgevara og arbeiðsfólk.

Hvat við Føroyum?
Í Føroyum er vanliga arbeiðsvikan 40 tímar. Tað er eisini møguligt at gera avtalu um eina fasta 48 tíma arbeiðsviku í ávísum sáttmálum. Í fleiri ES-londum verður arbeiðstíðin roknað sum eitt miðal yvir eitt longri tíðarskeið, vanliga upp til 17 vikur. Hetta merkir, at arbeiðstíðin kann vera hægri í summum vikum, um miðalið yvir tíðarskeiðið heldur seg innan markið.

ASC leggur hinvegin dent á, at arbeiðstíðin hjá starvsfólkum vanliga ikki skal fara upp um 48 tímar um vikuna, og at samlað arbeiðstíð við yvirtíð ikki skal fara upp um 60 tímar í nakrari viku. Yvirtíð skal harumframt vera avmarkað og ikki gerast ein fastur partur av arbeiðinum.

Harumframt byggir ASC á altjóða arbeiðsreglur hjá ILO og krevur, at hægri arbeiðsstandardar verða fylgdir, um lokal lóggáva ella sáttmálar geva veikari verju enn hesar.

Mangla føroyskir alarar eitt fakfelag?
Mín persónliga niðurstøða er ja. Ikki tí at føroyskir alarar hava ring kor. Tvørturímóti eru nógv væl lønt og hava spennandi arbeiði. Men tá ein vinna hevur so nógv starvsfólk og er ein av hornasteinunum undir føroyska búskapinum, eigur hon eisini at hava eina sterka og sjálvstøðuga rødd vegna arbeiðsfólkini.

Eitt fakfelag hevði kunnað:

  • Fylgt við arbeiðstíðum og arbeiðsumstøðum

  • Tryggjað, at altjóða arbeiðsreglur verða hildnar

  • Verið ein felags rødd hjá alarum í samráðingum

  • Arbeitt við útbúgving, trygd og fakligari menning

  • Luttikið í kjakinum um framtíðina hjá vinnuni

Alivinnan hevur sterkar eigarar, sterkar leiðslur og sterkar vinnufelagsskapir. Tað hevði tí ikki verið ósømiligt, um eisini alararnir sjálvir skipaðu seg sterkari.

Ein sterk vinna eigur eisini at hava sterk arbeiðsfólk. Og sterk arbeiðsfólk hava vanliga eina felags rødd.

Hjalmar Zachariassen
+298 521112

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #