BirkBlog: Myndin er úr einasta sekvensi í heimildarfilminum Paz, har vit eitt ørstutt bil síggja høvuðspersónin, Poul Andrias Ziska, saman við Eyðuni Muller Thomsen, sum hevur gjørt eitt-kamera filmin um tvífalda Michelinstjørnu-kokkin, sum í handilsgøtuni í Havn fer undir matstovuna, ið fær sjálvsagda minimalistiska navnið, Paz.
Tað er í sær sjálvum eitt mál at seta sær í filmsgerð, aldri at hoyrast ella síggjast, tí frá byrjan er listaliga sannføringin ein onnur, enn at flagga og promovera seg sjálvan, nevniliga at lata høvuðspersónin eiga orðið, atferðina og rúmið inni og úti alla staðni, har hann kemur og fer.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



