Sjúkrahúsverkið: Fjórða ársfjórðing vóru nærum 1,16 mió. kr. játtaðar til Sjúkrahúsverkið til at minka um bíðilistar. Við hesari eykajáttan vórðu bíðilistarnir minkaðir við 966 plássum.
Størsti parturin av játtanini fór til viðtalur í urologi á Landssjúkrahúsinum, har 255.000 kr. minkaði bíðilistan við 157 plássum, meðan 50.000 kr. fóru til telefonviðtalur hjá urologi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har bíðilistin minkaði við 115 plássum.
Á Eygnadeildini á Landssjúkrahúsinum minkaði bíðilistin við 147 plássum, meðan bíðilistin til ambulantar viðtalur í kardiologi á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum minkaði við 122 plássum.
Les meira um árið, ið fór, og tey mongu átøkini í ársfrágreiðingini 2025 HER
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



