Aftaná fundin í morgin fer tingið í summarfrí, men áðrenn tað skula átta 3. viðgerðir avgreiðast, eitt nú uppskotini um leigustuðul og nýggjan bygning til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn.
Dagsskráin, hósdagur, 28. mai 2026, kl. 10:00
1 | Ófráboðaðir fyrispurningar |
2 | 3. viðgerð LM-088/2025 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2026 (Bíðiløn) |
3 | 3. viðgerð LM-108/2025 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2026 (Flytingar millum stjórnarráð vegna nýtt málsøkjabýti) |
4 | 3. viðgerð LM-110/2025 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2026-2 (Várumfarið) |
5 | 3. viðgerð LM-096/2025 - Uppskot til løgtingslóg um at útvega nýggjan bygning til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn |
6 | 3. viðgerð LM-107/2025 - Uppskot til løgtingslóg um fyrra byggistig í verkætlan um at byggja tvey sambýlir í Miðvági til fólk við ávikavist menningartarni og samansettum avbjóðingum, harímillum autismu, og til fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum |
7 | 3. viðgerð LM-098/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Samsýning til fosturforeldur) |
8 | 3. viðgerð LM-105/2025 - Uppskot til løgtingslóg um bráðfeingis bústaðir og serreglur á almannaøkinum fyri burturriknar ukrainar |
9 | 3. viðgerð LM-106/2025 - Uppskot til løgtingslóg um leigustuðul |
10 | Umrøða av spurningi SS-003/2025 - Nær verður dagførdur vinnupolitikkur orðaður at leggja fyri Løgtingið til aðalorðaskifti |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



