Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: Henda kunning verður løgd út fyri at minna skipa- og bátaeigarar um reglurnar í kunngerðini um sigling fram við landi, har fuglur heldur til.

Í kunngerðini er ásett, at í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um tíman undir fuglabjørgum og aðrastaðni har fuglur heldur til, og út á 500 metrar úr landi. 

Óneyðugur gangur, t.d. harður tónleikur er eisini bannaður í nevnda tíðarskeiði.

Í sama tíðarskeið er eisini bannað er at sigla við við motorriknum stuttleikaførum í Ramsar-økjum, eitt nú vatnskutarum. Ramsar-økini eru: Nólsoy, Skúvoy og Mykines. Til ber at sigla inn og út úr havnum, tó við fyriliti, so fuglur órógvast sum minst.

Endamálið er at geva fugli, sum reiðrast, frið.

Bannið fevnir um øll skip og allar bátar. Skip í fastari rutusigling eru undantikin, men skulu hesi før í størst møguligan mun avmarka ferðina, tá siglt verður nær landi, har fuglur heldur til.  Bannið er heldur ikki galdandi, um tað snýr seg um lív ella trygd hjá skipum ella bátum.

Her finnur tú kunngerðina um sigling kring fram við landi, har fuglur heldur til. Í kunngerðini eru myndir, sum vísa økini, har ferðaavmarkingin er galdandi.

Áður var kunngerðin einans galdandi fyri Ramsar-økini. Reglurnar blivu broyttar í fjør til at galda fyri alt landi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #