Ráðgevar biðja flóttafólk úr Pakistan og Bangladesj siga, at tey eru samkynd.
- Ein skuggaídnaður av advokatvirkjum og ráðgevum krevur túsundtals pund fyri at hjálpa tilflytarum at látast vera samkyndir fyri at kunna vera verandi í Bretlandi, skrivar BBC.
- Í fyrsta parti av eini stórari loyniligari kanning avdúka vit, hvussu tilflytarar, hvørs visum skulu ganga út, fáa falskar coversøgur og vegleiðing um, hvussu teir kunnu fáa fabrikkerað prógv, eitt nú stuðulsbrøv, myndir og læknafrágreiðingar.
- Tey søkja síðani um friðskjól við at siga seg vera samkynd og í ótta fyri lívinum, um tey koma aftur til Pakistan ella Bangladesj, skrivar BBC.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



