Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King
Vinna

- Við føroyskum skipum er manningin meiri ein eind, sum samstarvar um uppgávurnar, enn við útlendskum skipum. Harafturat eta yvirmenninir saman við restini av manningini, tað er eitt vinalag og menn kenna seg nærum á sama støði, hóast nakrir eru yvirmenn og nakrir eru dekkarar og kokkur, sigur Jonathan F. Bucao frá Filipsoyggjum sum er kokkur hjá Sandship í Fuglafirði við Føroysku Heimamissiónina.

Tá sjómanstrúboðarin herfyri vitjaði umborð á Vón Feeder, hjá reiðarínum Sandship í Fuglafirði, hitti hann Jonathan F. Bucao, sum er frá Filipsoyggjunum, og er kokkur umborð.

Jonathan hevur drúgvar royndir sum kokkur, og segði stutt frá síni mongu árum á sjónum:

- Eg fór til skips sum 19 ára gamal, og havi siglt sum kokkur síðani. Eg havi siglt við skipum úr Korea, Japan, Turkalandi, Grikkalandi, Týsklandi og síðstu seks árini við skipum hjá Sandship.

-Við útlendsku skipunum vóru menn úr nógvum ymiskum londum, og tí kann eg óivað siga, at eg havi verið partur av eini altjóða manning í mong ár, sigur hann.

- Hvar hevur tú trivist best?

- Tá eg skal svara tí spurninginum, so heldur óivað onkur at eg reypi ella smikri, men tað geri eg ikki. Mær hevur dámt best at siglt við føroyskum skipum og við føroyskum yvirmonnum.

Les meira niðanfyri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #