Tá til stykkis kemur, er tað ikki árini í lívinum, sum týða nakað, men lívið í árunum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá til stykkis kemur, er tað ikki árini í lívinum, sum týða nakað, men lívið í árunum
- Abraham Lincoln
Vinna

Árið í fjør hilnaðist betur hjá fiskavirkinum Tavuni í Leirvík enn leiðslan hevði væntað.

Sambært roknskapinum, sum júst er komin, lógu stívliga 12 milliónir krónur eftir á botnlinjuni í fjør - tað mesta nakrantíð og gott og væl ein millión krónur meira enn árið framman undan.

Góða úrslitið tekur støði í einum bruttovinningi uppá góðar 45 mió kr - góðar tríggjar milliónir krónur meira enn í 2024.

Leiðslan sigur í frágreiðingini, at úrslitið var betri enn væntað og hon væntar eitt líka gott úrslit í ár.

Tilsamans 85 fólk høvdu sína dagligu gongd á virkinum í fjør, tað er sjey fleiri enn árið fyri. Tað sást eisini aftur í lønarútgjaldingunum, sum vóru 28,5 mió kr, hálv onnur millión krónur meira enn fyrraárið.

Fíggjarstøðan javnvigaði við smáum 80 mió kr harav vóru smáar 64 mió kr eginpeningur.

Joen Magnus Rasmussen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #