Bíbliufelagið: Í døgunum 17.-19. juni fær Føroyska Bíbliufelagið vitjan av aðalskrivarum frá Bíbliufeløgum úr fleiri londum. Tey eru úr Danmark, Estlandi, Finnlandi, Íslandi, Lettlandi, Litava, Noregi, Svøríki og eitt umboð frá Sameindu Bíbliufeløgum (United Bible Societies).
George Sochos, sum hevur leiðsluleiklut hjá UBS at samskipa samstarv í norðurlendska og baltiska økinum, hevur játtað at koma longu mánadagin, 15. juni, at kunna seg um arbeiði og umstøður okkara. Í hesum sambandi vitjar hann ymsa staðni og hittir Stýrið í Føroyska Bíbliufelagnum mánadagin.
Týsdagin skipar Starvsnevndin fyri evnisdegi um Talgildar bíbliuloysnir, har George leggur fram um arbeiðið í UBS, og KT-toymið hjá Føroyska Bíbliufelagnum kunnar um okkara arbeiði.
Mikukvøldið eru allir stýrislimir bodnir til Kirkjubøar kl. 18, har vit saman við øllum aðalskrivarum og ferðaleiðara byrja løtuna í Kirkjubøar kirkju, hyggja at múrinum og kl. 19 eta eina felags máltíð á garðinum í Kirkjubø.
Hósdagin gongur leiðin til Solo Deo Gloria í Klaksvík. Har verða frágreiðingar frá øllum londunum og evnið fyri dagin er Bíbliuáhugi – royndir og uppskot at menna Bíbliuáhuga við bókaútgávum og talgildum loysnum.
Síðan gongur leiðin til Viðareiðis. Fyrst vitja vit í Viðareiðis kirkju, har Jóannes Purkhús, Sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi og Doktorantur í Nýggja Testamenti við Universität Münster, fer at greiða frá um Paulus ápostul og týðingar. Eftir ein stuttan steðg gongur leiðin til kirkjuna í Hvannasundi, har vit fáa eina máltíð í Kirkjuhúsinum.
Gestirnir fara av aftur landinum fríggjadagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



