Føroyska Bíbliufelagið: Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen eitur nýggi aðalskrivarin hjá Føroyska Bíbliufelagnum.
Hon byrjaði í nýggja starvi sínum 15. juni.
Katrin Elisabeth er 42 ára gomul, uppvaksin á Viðareiði og býr í Kollafirði. Katrin Elisabeth er útbúgvin Cand.Mag. í føroyskum máli og norðurlendskum bókmentum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum í 2014. Hon hevur harafturat útbúgving sum M.A. í donskum sum annað mál á Árhus Universiteti, sum FVU-lærari á UCC Syd í Kolding og útbúgving í verkætlanarleiðslu á Skeiðsdeplinum á Glasir.
Katrin Elisabeth hevur starvast sum mállærari, vegleiðari og samskipari hjá málskúlum í Suðurjútlandi. Eftir hetta hevur hon starvast sum verkætlanarráðgevi hjá Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum, sum samskipari í Undirvísingarstýrinum og sum ráðgevi og ritstjóri hjá Nám. Eisini hevur hon starvast sum mállærari hjá Tórshavnar Kvøldskúla og miðnámsskúlalærari í føroyskum.
Umframt arbeiðsroyndir, hevur Katrin Elisabeth gjørt felagsarbeiði og sitið í kirkjuráði her heima og uttanlands og tikið virknan lut í andaligum arbeiði.
Síðani 2024 hevur Katrin Elisabeth verið í starvi í Føroyska Bíbliufelagnum sum málsligur ritstjóri og samskipari á nýggju bíbliutýðingini. Í mai mánaði í ár gav Bíbliufelagið út nýggju týðingina av Nýggja Testamenti. Arbeiðinum av hesi útgávu hevur Katrin Elisabeth staðið fyri.
Katrin Elisabeth skipaði vegna Bíbliufelagið fyri vitjan og fundum í Føroyum við aðalskrivararnar í bíbliufeløgunum í Norðanlond, har Baltalond fyri fyrstu ferð vóru boðin við. Aðalskrivararnir vóru úr Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Estlandi, Lettlandi og Litava, og saman við teimum var eisini eitt umboð frá Sameindu Bíbliufeløgunum (United Bible Societies), har Føroyska Bíbliufelagið eisini hevur limaskap. Katrin Elisabeth fekk har høvi at heilsa upp á sínar komandi starvsfelagar og taka lut á fundum og orðaskiftum um ymisk felags mál og serevni, sum t.d. bíbliuáhuga og bíbliulestur í ymsu londunum.
Katrin Elisabeth kemur at umsita sambandið hjá Føroyska Bíbliufelagnum út í heim og við kirkjur og samkomur, eins og myndugleikar, stovnar og áhugað her á landi. Samstundis, sum Katrin Elisabeth er aðalskrivari, starvast hon fyrst og fremst við nýggju bíbliutýðingini, og eru hon farin undir at gera Gamla Testamenti liðugt.
Stýrið í Bíbliufelagnum er sera fegið um at hava fingið Katrin Elisabeth í starv og ynskir henni blíðan byr og Guds signing.
Stýrið telur í løtuni 8 limir, sum umboða Fólkakirkjuna, fólkakirkjuligar rørslur og fríkirkjur og samkomur her á landi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



